Fríkendur í hægstarætti
„Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.« “
Matt.19,26
Tá ið eg vitjaði son okkara í Borup í gjár, hitti eg nakrar av arbeiðsfeløgum hansara. Ein teirra segði frá einum tíðarskeiði í lívi sínum, har hann var fyri stórum royndum. Máliskan, hann brúkti, greip meg.
Hann íðkaði frælsan ítrótt og var í sera góðari venjing. Men ein morgunin vaknaði hann og var lammaður høgrumegin. Tað merkti, at høgri armur og høgra hond vóru næstan ónýtilig. Tá ið læknin hevði kannað hann, kom læknin við hesum dómi: “Tú verður noyddur at fyrireika teg til at liva sum lamin restina av lívinum!”
Í seinna parti av frásøgn síni brúkti hann eina málisku, sum eg serliga gav mær far um. Hann segði: “Eg skeyt dómin hjá læknanum inn fyri mín Gud og himmalska Faðir og bað hann ógilda dómin.”
Tað er jú tað, sum vit gera her í okkara dagliga lívi. Ein dómur fellur í rættinum. Heldur hin dømdi, at hetta er ein órættvísur dómur, skjýtir hann ella hon dómin inn fyri landsrættin – og síðani dil hægstarætt, um tað verður neyðugt. Summi eru dømd í rættinum og landsrættinum – men fríkend í hægstarætti.
Hesin maður skeyt dómin hjá tí jarðiska læknanum inn fyri Yvirlæknan í Himli – til Rættin hjá tí Hægsta: Guds náðitrónu. Hann bað Gud ógilda dómin, og so fór hann undir at gera tað, læknin hevði sagt, at hann ikki mátti: at brúka armin og hondina ógvuliga nógv.
Eftir seks vikum var dómurin ógildaður. Tá ið hann so aftur skuldi til kanningar hjá læknanum og við høgru hond trýsti fast í hondina á læknanum, segði læknin: “Á, er tað vinstra hon, sum er lammað?”
Maðurin svaraði: “Nei, tað var høgra hond og høgri armur, men Gud hevur ógildað dómin!”
Eg kann vátta, at dómurin ER ógildaður. Tá ið hann tók í hondina á mær, helt eg, at hondin hjá mær fór í knas.
Tað er gott at vita, at vit hava ein Yvirlækna í Himli og ein rættvísan Hægstarættardómara á sama staði, sum til eina og hvørja tíð er førur fyri at ógilda teir dómar her á jørðini, sum Hann heldur tað vera rætt at ógilda. Gloym ongantíð at leggja tína søk fram fyri Hann. Moses Hansen. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

