Mentanin á Nóa døgum

„Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. “
Matt.24,37

 

Emanuel Minos

Eg veit ikki, hvat ið tit hugsa um Nóa-tíðina. Kanska halda tit, at har gongur ein einfaldur maður við einari steinøks, træøks ella jarnøks og skal smíða ørkina. Men Nóa-tíðin var ein nógv framkomin tíð við høgari mentan.

 

Eg havi ferðast víða og havi m.a. verið fleiri ferðir í Amerika. Á míni síðstu ferð har yviri hevði eg verið í fleiri býum og vitjað skandinavisk kirkjulið, og so kom eg aftur til New York. Har heilsaði eg upp á ein byggifrøðing, sum er ein av mætastu byggifrøðingunum nakrantíð í Amerika. Hann koyrdi meg runt í New York og vísti mær háhúsini í Manhattan, sum hann hevði verið uppií at bygt. “Hesir skýskavararnir eru bygdir við øllum tí hátøkniska kunnleika, sum finst í Amerika í dag. Men vit megna ikki at byggja soleiðis, sum teir bygdu á Nóa døgum,” segði hann. Eg stóð bara og gapaði. Eg má næstan siga eitt sindur um uppruna mín, so tit skilja hetta betur.

 

Eg eri føddur í Afrika. Biologiski pápi mín var grikki, og mamma var av egyptiskum uppruna. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so kom neyð og sjúka inn í familjuna, og so vóru tað nakrir norskir trúboðarar, sum ættleiddu meg.

 

Hesin byggifrøðingurin hevði hoyrt hetta og fekk áhuga fyri mær, og tí vísti hann mær runt í New York. So sigur hann, at tá ið tað ráddi um Keops pyramiduna, sum er bygd eini 200 ár fyri Nóa tíð, so kundu teir ikki við øllum tí kunnleika, sum vit hava í dag, byggja nakað, sum svarar til Keops pyramidu. So frammalaga vóru teir vísindaliga á Nóa døgum, og teir høvdu allarhelst amboð, sum eru farin í gloymskuna. Eg veit ikki, um hesin maðurin var trúgvandi, men so sigur hann: “Nóa tíð var ein tíð, sum var gjøgnumbloytt av synd, óreinsku og spillu.” Tað er ikki fyri einki, at Jesus sigur: “Sum tað var á Nóa døgum, skal tað verða, tá ið menniskjusonurin kemur aftur.”

 

Eg havi sagt við Gud, at eg vil ikki ferðast runt og prædika moral, tí tað frelsir ongan; men eg vil boða um blóðið, sum reinsar frá allari synd, og sum kann seta okkum í tað himmalska, so vit kunnu ganga saman við Gudi, sjálvt í eini tíð sum hesi. Effie Campbell umsetti