Hvussu Gud kann hjálpa
„óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.“
Jes.41,10
Eina myrka illveðursnátt í oysregni súsaði eitt snartok avstað í Pensylvania fyri, um tað var gjørligt, at vinna seinkingina aftur.
Tokstjórin royndi altráur at stara út gjøgnum myrkrið. Hann hevði ampa á sær, tá ið hann hugsaði um ta ræðuligu vanlukku, sum fór at henda, um onkur vaktarmaður á breytini hevði verið óansin og vanrøkt sína uppgávu, ella um glopraregnið hevði elvt til omanlop, so grót lá á skinnarunum.
Sum eitt snarljós feyk tokið fram við jarnbreytarstøðirnar og yvir um fleiri brýr. Ljóssignalini dagaðu fram, óhugnalig og spøkilsiskend, og í næstu løtu hvurvu tey í myrkrinum. Tann elektriski reflektorurin, sum sat framman á lokomotivinum, lýsti upp við einum blinkandi ljósi tann partin av jarnbreytini, ið var næst við.
Brádliga kom eitt konufólk til sjóndar í ljósglæmuni. Hon hevði svart hár, og tað flákraði í vindinum. Av og á lyfti hon ávarandi sínar longu armar, sum vildi hon forða tokinum at halda fram við ferðini. Hóast tokstjórin næstan var frá sær sjálvum av ótta, royndi hann tó í fyrstani at sissa seg sjálvan og helt fyri, at henda sjónin, sum hann sá, var bara íkomin, av tí at hann var so uppøstur, og at alt var tann beri heilaspuni.
Men nú sá kyndarin, sum stóð undir liðini á honum, hetta óhugnaliga skepilsið og rópti bleikur av ræðslu: “Fyri Guds sakir, Frans, steðga tokinum! Vit hava bara nakrar hundrað metrar at koyra, so koma vit til brúnna, sum gongur tvørtur um ta stóru ánna, og vit mugu, áðrenn vit fara út á hana, kanna og vita, um farandi er eftir henni.”
Tokstjórin sá, hvussu bangin vinmaðurin var. Hann bremsaði, og tokið steðgaði.
“Hvat bagir?” spurdi tann bangni ferðaseðlaseljarin, sum var komin rennandi fram í lokomotivið.
Eitt sindur foyur segði tokstjórin frá tí løgnu sjónini, sum tó nú var horvin.
“Eru tit púra frá tykkum sjálvum?” rópti ferðaseðlaseljarin og stóð fast við, at ferðin beinanvegin skuldi halda á.
Meðan hetta fór fram, vóru summu ferðafólk komin út úr kliva sínum at vita, hvat ið hendi.
Nakrir djarvir menn runnu yvir til ánna, og tað var ein ótespilig sjón, teir har fingu at síggja! Tær skúmandi aldurnar fossaðu vilt frameftir og førdu grót og viðakubbar við sær. Øll brúgvin var burtur, bara nakrir bjálkar vóru enn har og hingu út yvir ánna.
Í hesi løtu kom hitt spøkilsiskenda skepilsið aftur til sjóndar í ljósglæmuni frá reflektorinum, og tað sveiggjaði aftur við ørmunum.
“Frans,” segði ferðaseðlaseljarin, “hetta er ikki lagnunnar spæl, men Gud sjálvur sum í sínari stóru miskunn hevur varðveitt okkum.”
“Meðan øll tosaðu um, hvat ið hetta undarliga, sum víst seg hevði, mundi vera, rópti brádliga ein smádrongur: “Her havi eg tann loyndarfulla skapningin.”
Og so rætti hann ein stóran firvald fram, ein náttfirvald. Freistaður av ljósinum var hann flogin inn í reflektorin og hevði trýst seg inn móti glasinum, sum vaks um skuggan hjá honum og fekk hann at tykjast nógv størri, og sum eisini gav honum hesa spøkilsiskendu útsjónd. Tá ið veingirnir rørdust, tóktist tað fyri tokstjóranum sum útstrektir armar, sum vildu steðga honum.
Tann lítli firvaldurin, sum gjørdist eitt amboð í Guds hond at bjarga so mongum mannalívum, bleiv varðveittur og er enn at síggja í glasi og rammu á vegginum í sama lokomotivi, har hann vísti seg hesa minnisverdu nátt.
“Budskab fra Naadens Rige” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

