Tá eingin útvegur sæst
"Men hann segði: Tað, sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Gudi.” (Luk 18,27 )
Onkuntíð kennist tað sum, at tað er eingin útvegur. Sum at mótgongdin er so tung og trupulleikarnir eru so ovurhonds stórir, at einki er at gera. Vit hava roynt alt, vit hava gjørt okkara besta, men tað var ikki nokk. What to do?? Í Sálmunum 20,15 stendur: ”Heit so á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær og tú skalt lova mær!” Minnist tú Ísraelsfólk, tá tey stóðu við Reyðahavið? Fíggindin nærkaðist aftanfyri tey og frammanfyri tey var eitt stórt hav, ið forðaði teimum at ganga víðari. Støðan má hava verið ørkymlandi. Har var eingin útvegur. Men so opnaði Gud ein veg – ein púra ómøguligan veg. Hann bað Móses hevja upp hondina og rætta stavin út yvir havið, og havið skilti seg sundur. Ísraelsfólk gingu turrskødd yvirum havið, og fíggindin varð dripin á havsins botni, tá havið rann saman aftur.
So miss ikki mótið. Legg tína mótgongd og tínar trupulleikar í Guds hendur. Hóast tú ikki sært útvegin, so er Gud mentur at leiða teg ígjøgnum hvørja mótgongd og allar trupulleikar í lívinum.
Takk Gud, at hjá tær er alt gjørligt.