Tað er fullgjørt

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: ”Tað er fullgjørt!”. Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.
Jóh. evg. 19,30

 

Valdi at taka eitt mannakorn, tá ið eg setti meg at fyrireika hesa andagt. Og hvat eitt vælsigna vers at fáa. Versi sum okkara trúgv byggir á. Versi sum uppfyllir tað lyfti sum Guð gav okkara fyrstu foreldur, áðrenn hann koyrdi tey út úr Edens hava ”…og avkom hennara; tað skal morla høvur títt…” 1. Mós 3,15

Tað sæst ikki út frá hesum versi at nakar sigur verður vunnin, nei hetta vers tíðir meira uppá eitt niðurlag enn ein sigur. Men tá ið vit vita hvør hann er sum sigur hesi orð, og sum gevur upp anda, ja, so fær versi ein nógv størri týdning fyri mannaættina.

”Tað er fullgjørt”. Einki skal gerast afturat, sigurin er fullkomin, Guðs frelsisætlan er fullførd, í soninum Jesusi Kristi. Hann doyði, ja, men Guð reisti hann upp av deyðum 3 dagar seinni, og harvið staðfesti tann endaliga sigurin á deyða og djevuli. Tí eru vit sum trúgva á Jesus, í tí sigrandi liðinum, tó at tað eisini í dag kann tykjast sum, at vit kristnu, bara líða niðurløg. Men tað kemur ein dagur har hvørt knæ skal boyggja seg fyri okkara frelsara Jesusi Kristi.