Tað er Gud, sum frelsir

Skrivað: Monica-Mari Ziska

Vit lesa í Mósebókunum um, tá ísraelsfólk var á veg út úr Egyptalandi, hvussu Gud ruddaði havið fyri teimum, so at tey kundu ganga turrskødd mitt gjøgnum havið. Og tá fólkið skuldi yvirum Jordanánna inn í tað lovaða landið, tá ruddaði Gud aftur, hesaferð ánna, so at tey kundu ganga yvirum eftir turrum, til øll vóru komin yvir um. Hetta er stórt og er eitt undur.

Men eitt er nógv størrri, og tað er, at Gud hevur ruddað veg fyri øllum menniskjum til Himmals. Gud hevur ruddað okkum vegin til ævinleikan: “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

Eins og ísraelsfólk tá onki skuldu gera – Móses segði við tey, at Gud vildi frelsa tey yvirum havið, at Harrin vildi berjast fyri tey, men at tey skuldu halda seg kvirr (2 Mós 14,14) – soleiðis sigur Gud enn í dag við okkum menniskju: At vit øll hava syndað og at okkum vantar Guds heiður, men at vit verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi (Róm 3, 23-24).

Takk Gud fyri frelsuna.