Tað finst ein vón
Tá vit liva okkara lív saman við Jesusi, eru vit ótrúliga rík. Ein partur av hesum ríkidømi er vón. Tá lívið er fylt av sorg, eiga vit eina vón um, at ein dag fer hvørt tár at vera turkað.
Tað eru sera nógv menniskju í dag, ið eru heilt vónleys. Hetta kemst av tí, at vit oftani leita eftir okkara ríkidømi á skeivum støðum. Heimurin er eitt vónleyst stað, og uttan Jesus glatast vit øll.
Men tíbetur elskaði Gud okkum so høgt, at hann gav sín egna son fyri okkum. At trúgva Guds stóru frelsuætlan gevur eina vón, sum ikki kann strikast burtur. Hetta gevur okkum møguleikan at liva okkara lív við gleði og friði, sum ikki eru tengd at, hvussu okkara umstøður eru í einum óstøðugum heimi. Vit eiga nakað, sum ikki forferst, men stendur fast heilt inn í ævinleikan.
Hetta er ótrúliga troystarríkt at eiga. Takka Gudi fyri tað. Sangurin “Tað finst ein vón” ið Zacharias Zachariassen hevur umsett til føroyskt lýsir væl hesa vónina. Triðja ørindi ljóðar soleiðis:
Tað finst ein vón, sum royndir lívsins stóð,
sum hevjar eygað upp um grøv og deyð,
har eg skal skoða Hann, sum leið og læt sítt blóð,
og dýrdina Hann beyð.
Tá endar sorg og líðing svár,
og turkað verður burt hvørt tár.
Mín sál skal kenna sanna gleði, gleim,
tí hon er komin heim!