Tað ið ongantíð doyr
”og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?« ”
Jóh.11,26
Ein pápi vildi gleða sonin, og ein dagin kom hann heim við lítlum hesti til hansara, og drongurin varð ovurfegin, og skjótt vóru teir bestu vinir. Drongurin fekk mangan ríðingartúrin.
Men so ein morgunin lá hesturin deyður. Sorgin var stór, men pápin segði, at hann skuldi fáa okkurt annað at stuttleika sær við, og ein dagin kom hann við einum hundahvølpi til sonin; og høvdu hesturin og drongurin verið góðir, so vórðu hvølpurin og hann ikki minni vinir; teir vóru saman tíðliga og seint.
Men so ein morgunin lá eisini hundahvølpurin deyður, og nú var drongurin ikki til at troysta. Pápin royndi at ugga og lovaði honum okkurt annað, sum hann kundi fáa gleði av. – Men tá segði drongurin: ”Pápi, kann eg ikki fáa okkurt, sum ikki kann doyggja?”
Deyðin er harður og miskunnarleysur, tekur tað besta og kærasta frá okkum, so vit standa eftir ótroystandi í sorgini; men lat meg eisini siga tað beinanvegin: tað finnist nakað í hesum deyðans heimi, sum ikki kann doyggja, tað finst ein livandi vón fyri øllum teimum, sum trúgva á Gud. Tann livandi vónin ber út um deyða og grøv. Tann, sum fekk hesa vón, fekk eina gávu, sum aldri kann doyggja.
Er tað ikki sum eitt róp um allan heimin í dag: Gev okkum nakað, sum ikki kann doyggja, nakað, sum hvørki atom- ella brintbombur skala.
Gev okkum nakað at liva uppá og gev okkum nakað at doyggja uppá!
Og svarið er: Tað finst bert eitt, sum aldri kann doyggja, tann æviga vónin, sum er bygd á Jesus Kristus – tann vónin doyr aldri.
Tann, sum eigur hesa vón, eigur av sonnum tann dýrgrip, sum veksur í deyðanum. A.J