Takksemi

Skrivað: Ann Hermansdóttir

1. Tess 5,18: Takkið í øllum førum!

Bíblian tosar nógv um takksemi, og minnir okkum fleiri staðni á týdningin
av at vera takksamur. Tað ger hon, tí at takksemi hevur so stóran týdning
fyri lív og gleði okkara.

Í skriftstaðnum omanfyri verður álagt okkum altíð at takka. Tað vil siga, at
vit skulu takka óansæð umstøður. Men letur tað seg gera? At takka, tá ið
alt gongur við, er kanska lættari, men tá ið gongur ímót? Tá takkar man
ikki?

Jú, tað er júst tað, Jesus sigur, at vit skulu. Og orsøkin er, at tá ið vit liva í
takksemi og takka í ØLLUM førum, so vísa vit, at vit hava álit á Jesusi, á
hansara valdi og kærleika. Tá ið vit takka, óansæð umstøður, so vitna vit
um trúnna á Jesusi. Tá halda vit fast í, at eingin støða er vónleys. Jesus
hevur jú lovað at verið hjá okkum og við okkum, og tað má fylla okkum við
takksemi og friði.

Um Jesus ikki broytir okkara umstøður, so broytir hann
okkum og gevur okkum styrki til at taka ímóti teimum og liva í teimum.
Og tí skulu vit takka. Tí Jesus er góður og hansara vilja við okkum er altíð
góður.