Tey, sum elska opinbering hansara
”Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara. ”
2.Tim.4,8
Eg gleði meg altíð so ómetaligt at koma heim. Vónirnar vaksa, tá ið vit koyra av tí ferðamikla motorvegnum og inn á ein friðarligari veg. Tá ið eg so at enda koyri niðan móti heimi okkara, veit eg, at áðrenn eg fái loyst trygdarbeltið, fara dyrnar upp, og mamma og pápi koma leypandi at kroysta meg og bjóða mær hjartaliga vælkomnum. Tey eru flutt til hetta staðið. Sjálvur havi eg ongantíð búð hvørki í hesum húsunum ella í hesum býnum. So staðið sjálvt hevur ikki mín stóra áhuga, sjálvt um tað er vakurt, har við fótin av tí tignarliga fjallarygginum Rocky Mountains.
Luftin er svallig og turr. Himmalin er klárur og bláur. Sólsetrini eru ótrúliga vøkur. Alt hetta hevur kortini ikki so nógv at siga. Tað, sum ger henda blettin til okkurt heilt serligt á hesi jørð, er tað, at foreldur míni búgva har.
Uttan mun til, hvar tey høvdu búð, so hevði tað verið heimið fyri mær. Eg elski at koma og vitja tey.
Heim. Orðið merkir kærleiki. Tryggleiki. Og soleiðis er tað eisini fyri tey, sum tað stendur í skriftstaðnum omanfyri, sum hava glett seg til, at Jesus skal koma aftur.
Vit royna ofta at ímynda okkum himmalin. Gøtur úr gulli, arkitektteknað hús, yndisligar blómur, útlendskar fruktir og eitt heilt univers, sum ber av øllum og kollrennir okkara villastu dreymar. Tað eri ikki bara tað, sum hevur týdning. Nei, tað besta er, at Jesus er har. Hann bíðar eftir okkum. Honum leingist eftir okkum.
Tá ið Paulus var vorðin gamal, hugsaði hann meir og meir um sítt fjara heim. Hann hevði heldur ongantíð búð har, men pápi hansara búði har, og honum longdist eftir at síggja pápa sín. Hann veit, at tíð hansara er stutt. ”Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, …” sigur Paulus, ”… og tíðin er komin, at eg fari avstað. ” 2.Tim.4,6. Rómverjar høvdu gjørt tað soleiðis, at hann ikki longur kundi koma og fara, sum honum lysti. Men tað var alt samalt týdningarleyst. Hann hevði stríðst hitt góða stríðið. Hann hevði fullrunnið skeiðið, og nú hugsaði hann bara um, at hann skjótt fór at møta besta vini sínum, Jesusi Kristusi.
Sama lyftið eiga eisini tú og eg og øll tey, sum elska Jesus og gleða seg til afturkomu hansara.
E.Campbell umsetti