Tíðin

Skrivað: Hanna Skorastein

“tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.” Róm. 6,14

Sum í flestu barnafamiljum, so eru summir dagar her heima ov stuttir. Ov fáir tímar í døgninum. Tíðin strekkir ikki til. Øll skulu í hvør sítt herðashorn, og tað kann verða trupult at fáa logistikkin at ganga upp. Hvør koyrir hvønn, og hvar. Hvør heintar.

Ein dagur á arbeiðsplássinum kann eisini verða serliga hektiskur og kenslan av at renna aftaná klokkuni, kenna fleiri kanska aftur. Og ikki um at tala, tá vit hava forsovið okkum – kenslan av, at tað ber bara ikki til at fanga handan hálva tíman aftur.

Eisini í okkara andaliga lívið kunnu vit tosa um tíðina. Kanska er tíðin knøpp – tað vita vit ikki. Tó at vit vita at ein dag er tað okkara tími. Ein dag kemur Jesus aftur. Einaferð eru ikki fleiri tímar eftir.

Tað er stórt og trygt at kunna hvíla í hesum, at náði Harrans er ikki uppi. Enn kallar Jesus okkum til at fylgja sær eftir. Enn er ikki ov seint at venda okkum til hansara. Enn er rúm. Enn er tíð. Enn er náðitíð. Og má Guð hjálpa okkum eisini at brúka tíðina skynsamt.

Hms. 274, vers 4
Vítt standa opnar kongsins náðardyr,
Dvøl ei at koma, enn er rúm sum fyrr!
Rúm, rúm, enn er rúm
Til tín í kongsins høll!