Tómur krossur og tóm grøv.

Skrivað: Torleif Johannesen

Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. 1 Kor.15,20

Langifríggjadagur og páskadagur hoyra saman.

Tá Jesus tosaði við lærusveinar sínar um líðing sína og deyða, nevndi hann eisini um uppreisnina á triðja degi.

Jesus peikaði á, at tað, sum kom at henda honum langafríggjadag og páskamorgun, vóru tvær síðir av somu søk. Soleiðis varð frelsuverkið fullgjørd.

Langafríggjadagur staðfesti:

– Jesus var tað endaliga og fullkomna ofrið, hvørs blóð rann fyri allar heimsins syndir, og sum syndaofringarnar í gamla testamenti peika fram ímóti. (Heb.9,14.)

– Jesus rindaði við lívi sínum tað loysigjald, sum var neyðugt, fyri at keypa og endurloysa mannaættina úr syndini, aftur til Guds. (Rom.3,24.)

– Jesus gjørdi sátt millum tveir partar, Gud og mannaættina, sum ikki sótu um sátt – vegna syndina. (Róm.5,10.)

 

Uppreisnin páskamorgun staðfesti:

– Jesus var sonur Guds og at tað var satt, sum hann segði.

– Jesus hevði uppfylt lógina og var uttan synd og hevði tí rættin til lívið. (Róm.10,5.)

– Gud segði sítt ja og amen til frelsuverkið.

– Jesus hevði strikað skuldabrævið út, hevði sprongt deyðans leinkjur og hevði vunnið sigur á Sátani.

– Jesus var og er livandi og nærverandi allastaðni samstundis.

– Jesus reis upp, og tí skulu øll rísa upp ein dag – annahvørt til lívs ella til dóms.

 

Reis Jesus ikki upp, eru vit enn í syndum okkara, so er trúgvin fáfongd og tóm og gleðiboðskapurin innantómt møsn. (Róm.10,5)

Men krossurin er tómur og grøvin er tóm. Jesus livir.

Jesus er ein livandi og nærverandi frelsari, sum eisini vil hita teg – frelsa teg.

Sigursfróur skrivar Paulus. “Nú er Kristus risin upp frá deyðum….” Hann livir.

 

Jesus stóran sigur vann,

fyri meg hann hevur vunnið,

nú eg Gudi prísa kann,

tí eg havi Jesus funnið;

ei eg nú kann óttast vanda,

himmalin man opin standa. Ms.175