Trúgv handlar

Skrivað: Øssur Kjølbro

Kendi norski trúboðarin í Kina fyri 80 árum síðani, Asbjørn Aavik, greiddi frá vekingartíðum har. Túsundtals fólk hoyrdu gleðiboðskapin um Jesus og komu til trúgv á hann. Ein dagin var Aavik í kirkju uppi í eini fjallabygd, har ein kendur kinesari talaði. Lítla kirkjan var stúgvandi full, og tað sást, at kristni boðskapurin gjørdi nakað við tey.

Á veg heim eftir gudstænastuna skal Aavik eitt ørindi á posthúsið, og hann undrast yvir, at køin er so long við tann eina diskin. Tað var diskurin, har man kundi senda pengar við postinum. Enn meira undrast Aavik, tá hann sær, at mong í hesi køini eru tey somu, sum í kirkjuni beint frammanundan turkaðu tár síni av boðskapinum. Nú máttu tey skunda sær á posthúsið, tí tey skyldaðu øðrum pengar. Summi høvdu lænt frá øðrum. Onnur høvdu ikki goldið sínar rokningar. Tey høvdu kanska vónað, at alt var gloymt. Men nú var tað brádliga vorðið til synd ikki at rinda tað, sum ein eigur. Tað var blivið ein forðing á vegnum inn til Jesus. Tað mátti gerast upp. Og seinni hoyrdi Aavik hesi somu tala – glað og frí og við stórum dirvi – um Jesus og orð hansara.

Vit verða ikki frelst av gerðum, men eina av náði og eina við trúgv á Jesus. Men trúgv á Jesus er ongantíð einsamøll. Hon hevur natúrligar fylgjur fyri okkara lív og okkara lívsførslu. Gerðirnar eru ikki grund undir okkara frelsu – hvørki at byrja við ella seinni – men at gera tað góða og rætta er ein natúrlig avleiðing av okkara trúgv.

“Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika” (Gal 5,6).