Trúgvin

”Og Jesus segði við herhøvdingan: »Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. ”
Matt.8,13

 

Soleiðis svarar Jesus tí rómverska herhøvdinganum í Kapernaum, sum kom til Jesus og bað hann um at gera son sín frískan. Hesin herhøvdingin varð av jødum roknaður fyri heidning, men Jesus sær trúgv hansara, og tí svarar hann, sum hann ger.

Fyri Jesusi er ikki munur á heidningi og jøda, høgum ella lágum, stórum syndarum ella smáum. Jesus metir okkum eftir, um vit eiga trúgv á hann ella ikki.

Herhøvdingin átti trúgv, tí varð hann hjálptur: tær verði, sum tú trúði! Men samtíðis fáa jødarnir, sum vóru Guds útvalda fólk, og sum mettu seg nakað meira enn hini, at vita, at tey skulu verða koyrd út í myrkrið til grát og tannagrísl, tí tey ikki trúðu.

Tað hjálpir okkum ikki petti, hvussu gudrøkin omman og abbin vóru, ella um vit hava átt trúgvandi foreldur, ella um vit áttu ein pápa, sum var eitt útvalt reiðskap fyri Gudi. Okkara kristnu vanar og góðu siðir hjálpa heldur einki, tá ið talan er um frelsu ella glatan. Nógv menniskju, ið enntá hava gingið Guds ørindi, men meira í sjálvgóðsku og eginkærleika enn í trúgv, tey verða koyrd út í myrkrið fyri uttan til grát og tannagrísl, meðan stórir syndarar eystaneftir og vestaneftir, sum í sálarneyð og av rættari trúgv róptu um hjálp, verða reinsaðir og hjálptir og bodnir inn at sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í himmiríki.

Tá ið vit vilja hava samband við Jesus, er hin besta dygd okkara fyri einki at rokna. Tað er trúgv, Jesus spyr um, tá ið tú kemur til hansara við bøn um hjálp.

Tað er trúgvin, ið verður avgerandi, um vit vera innanfyri ella uttanfyri á roknskapardegnum.
n.