Trummuspælarin

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

«Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.» (Matt 2, 2)

Ein lítil drongur ferðaðist spentur við karavanini, sum var á veg til stórbýin at framføra. Drongurin skuldi framføra á síni trummu, sum hann hevði fingið frá foreldrum sínum. Trumman var tað einasta hann átti eftir foreldur síni, sum ránsmenn høvdu dripið. Hóast eingin hevði lært hann, so var hann framúr góður at sláa á trummu sína. Á veg til stórbýin, leiddi ein stjørna karavanina inn í eina bygd. Í bygdini funnu tey eitt lítið barn liggjandi í eini krubbu í einum fjósi. Nýfødda barnið var ein kongasonur. Nógv høvdu fínar gávur at geva lítla kongasoninum, men sjálvur hevði trummudrongurin einki at geva. Hann fann tí upp á ráð og við eini smædnari rødd spurdi hann mammu kongin, um hann kundi spæla kongasoninum eitt lag á trummu síni. Mamman nikkaði, og sum hann spældi ruggaðu djórini í takt til lagið. Úr lítlu krubbini hugdi kongasonurin upp og smíltist til drongin. Trummudrongurin gjørdist ovurhonds fegin, tí hann sá, at kongasonurin gleddist um spælið. Ja, tað var nógv betri at møta kongasoninum og spæla fyri honum, enn at spæla fyri nógvum fólki í stórbýnum.

Hóast vit eru so ymisk gávaðið, so kunnu vit øll geva nakað til Harra og Frelsara okkara. Harrin vil løna teimum, sum brúka talentirnar tey hava fingið litið til at virka við (Matt 25,14-30).

Søgan er kveikt úr sanginum “Little Drummer Boy” og kann finnast her: Josh Groban – Noel – Little Drummer Boy

Trummuspælarin – Jólateknifilmur til børnini: ‘The Little Drummer Boy’