Tú ert boðin við

Skrivað: Ester A. Danielsen

Í Lukas 14:16-24 lesa vit um ein mann, ið hevði tilgjørt eina stóra kvøldmáltíð og ynskti at bjóða fleiri fólkum. Men tá kvøldmáltíðin skuldi vera, hevði ongin tíð at koma, ella høvdu tey annað at fara til. Tey komu við fleiri ymiskum umberingum, so ongin ið varð bjóðaður kom til hesa máltíð.

Vit hava øll fingið eina innbjóðing frá Gudi. Vit eru øll boðin við inn í hansara ríki, og alt er gjørt klárt. Hann hevur sent innbjóðingarnar út og sent Jesus til okkara fyri at leiða okkum til sín. Tá vit lesa í bíbliuni, tá lesa vit innbjóðingina aftur, og tá fólk verða doypt og velja at geva Gudi sítt lív, vera nýggjar innbjóðingar sendar út. Hetta er ein fantastiskur friður at hava! At vita at vit eru øll boðin við. Tað er onki, ið vit skula gera. Einans játta okkara trúgv, og vit sleppa at vera saman við Gudi í allar ævir.

Tað einasta, ið vit skula gera, er at vera klár til tann dag, tá Jesus kemur aftur fyri at taka okkum heim til himmals. Tá er umráðandi, at vit ikki ynskja at fara til onnur tiltøk og geva Gudi ymiskar umberingar fyri, hví vit ikki kunnu koma við.