Tú mást pløga, áðrenn tú sáar!

”… Brótið tykkum jørð upp úr nýggjum og sáið tó ikki millum torna! ”
Jer.4,3

 

Jesus segði einaferð líknilsið sum sáðmannin(Matt.13,3-9), sum fór út at sáa. Sáðmaðurin er menniskjusonurin(v.27). Sáðið er Guds orð(Luk.8,11). Veltan er heimurin(Matt.13,38). Jørðin er mannahjartað(Matt.13,23). Heystið er veraldar endi(Matt.13,39).

 

Í hesum líknilsinum er tað bara sáingin, sum gjølla verður viðgjørd; men tað verður eisini sipað til pløgingina og nomið við, hvussu stóran týdning hon hevur í versinum, sum greiðir frá, at sáðið fall á harða jørð, ópløgda grund, ”Á vegin”. Hetta sáðið fór fyri einki, tí ”himmalsins fuglar ótu tað upp”(Luk.8,5).

 

Í tí andaliga verður pløgt við bøn. Sáingin er Orðsins tænasta: prædika, undirvísing, vitnisburður o.s.fr. Soleiðis fylgdi fyrsti sáðmaður Harrans fyrimyndini hjá tí himmalska sáðmanninum, tí hann segði frá byrjanini: ”Men vit vilja halda trúliga á í bønini og í tænastu orðsins.« ” Áps.6,4. Gev tær far um raðfylgjuna: bøn fyrst.

 

Tað, sum veltingin hevur at týða fyri sáingina úti á bønum og í urtagarðinum, hevur bønin at týða fyri Orðsins tænastu.

 

Mundi nakar bóndi ella urtagarðsmaður farið at sáa, áðrenn moldin var velt. Nei! ”…Tí at børnini at hesum heimi eru klókari … enn børnini at ljósinum….” Luk.16,8

 

Ljósins børn – tey, sum arbeiða á Harrans akri(Matt.9,37-38), stroya tað mesta av sáðnum út uttan at pløga fyrst. Tey sáa millum tornir. Tey leggja dent á at prædika. Tey fylla teirra sinn og tankar við sannleikanum og oysa burtur úr tí uttan fyrst at fyrireika moldina. Tey hava ov nógv um at vera til at biðja(at pløga).

 

Guds hús, sum einaferð var ”eitt bønhús”(Matt.21,13), er nú vorðið eitt stað, har prædikað, undirvíst og upplært verður í kristindómi. Men uttan bøn til at bróta ta hørðu moldina – tað syndiga, sjálvgóða mannahjartað – er tað til fánýtis at sáa Orðsins sáð. Orðið einsamalt fær ikki trongt ígjøgnum. Vónar bóndin, at moldin verður velt, bert hann stroyir sáðið út? Nei, men vit, sum vanda okkum illa um arbeiðið, vit vóna tað!

 

Í seinastuni havi eg verið noyddur at viðgingið, at eg í mong ár havi stroytt nógv gott sáð uttan at síggja bara eitt toluligt heyst, alt av tí stóra misjavna millum tíð, brúkt til bøn, og tíð, brúkt til Orðsins tænastu. Kanska hava vit brúkt hundrað ferðir so nógva tíð til at prædiku og undirvísing sum til bøn. Tað átti at verið øvugt. Og mær sjálvum viðvíkjandi havi eg broytt mína arbeiðsætlan. Bønin má frá hesum degi hava fyrsta og størsta plássið.

 

Latið okkum strika undir: bønin hevur sama týdning fyri orðsins tænastu, sum pløgingin hevur fyri sáingina. Tá ið vit prædika, undirvísa ella vitna við køldum, bønarleysum vørrum, vil meginparturin av tí góða sáðnum fara fyri einki. Minst til, at hin óndi kom og sleit tað burtur, ið sáað var fram við vegnum(Matt.13,19).

 

Viðhvørt kann bøn vera strevið arbeiði; men at boða gleðiboðskapin fyri eini samkomu, sum er harðhjartað og líkasæl, er enn strævnari. Har, ið nógv er biðið frammanundan, er lætt at prædika. Har, ið grundin í hjørtunum er fyrireikað gjøgnum bøn, nýtist lutfalsliga færri orð at sannføra menniskju um sannleikan í gleðiboðskapinum.

 

Í Suðurindia var ein lítil bygd, har høvdingurin og fólkið mótarbeiddu trúboðaranum og boðskapinum í tjúgu ár. At enda settu trúboðarin og hjálparmenn hansara tjúgu dagar av til bøn, og teir bóðu vinir sínar biðja saman við sær. Beinanvegin aftaná fór trúboðarin út aftur til bygdina, og nú hendi nakað. Eftir stutta tíð tóku høvdingin og so nógv av bygdarfólki hansara ímóti Jesusi, at eitt lítið kristið kirkjulið varð sett á stovn har.

 

Nógv dømi eru úr Ápostlasøguni, sum vísa, hvussu nøkur fá Guds orð bóru frelsu, tá ið gerningurin var fyrireikaður undir nógvari bøn. Summi, sum seta boðanina fram um bønina, siga ofta: ”Eftir andans úthelling hvítusunnudag helt Pætur eina prædiku, sum førdi til, at 3000 sálir vórðu førdar til Harran.” Hvar stendur tað? Ikki í Bíbliuni?

 

Harafturímóti stendur, at undan hvítusunnu vóru umleið 120 fólk samlað í bøn til Harran – samhugað og áhaldandi í tíggju dagar. So ”tá ið hvítusunnudagurin var komin” blivu hesir biðjandi lærusveinarnir allir fyltir vil Heila Andanum og fóru at vitna fyri skarunum. Eftir at hava bíðað eftir Harranum í bøn í tíggju dagar, var ein tími við prædiku nóg mikið at heysta henda stóra skaran.

 

Eins og tað er eitt strævnari arbeiði at pløga enn at sáa, soleiðis kann bøn til tíðir vera nógv strævnari, enn tað er at prædika. Og eins og tað at velta bøin, áðrenn sátt verður, tekur fleiri dagar við strævnum arbeiði, meðan tað at sáa tekur stutta tíð, soleiðis er eisini við bønini og Orðsins tænastu. Á sama hátt vil tað sáðið, sum sáað verður í veltari mold, geva nógvar ferðir størri grøði enn tað, sum sáað verður í ópløgdari mold. Hitt sama er galdandi í Guds ríki. Tað er ikki eitt mannahjarta, sum kann taka við Guds orði, uttan at tað fyrst er fyrireikað gjøgnum bøn og andans røring.

 

Tað er kortini ikki nóg mikið at pløga og sáa, um sáðið skal bera frukt. Regn krevst eisini, og annaðhvørt tað fellur sum natúrligt regn niður á ta turru moldina, ella at vatn verður borið út á veltuna, so kann veltan ikki vera tað fyri uttan. Tað sama er galdandi fyri tað andaliga heystið. Veltan hjá Harranum er líka turr sum oyðimørkin í Sahara. Tað er altíð lættari – eins væl fyri bóndan sum fyri okkum – at pløga, tá ið moldin er vorðin bleyt av regninum.

 

Men hvat er so tað regnið, sum skal bloyta tað harða mannahjartað? Svarið er: TÁR. ”Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleði. Grátandi fara tey sáandi sáðið, fegin koma tey berandi bundi.” Sálm.126,5-6.
Effie Campbell umsetti