Veruligur friður
“Hann man falla sum døgg á grasið, sum æl, ið jørðina væta. Á døgum hans man rættferð blóma, og vælferð vaksa yvir alt mál” (Sl 72,6-7).
Tað hevur altíð verið kríggj á jørð, og líka leingi hava fólk longst eftir friði. Ofta, tá eitt stórt kríggj hevur verið av og friðarsáttmáli er undirskrivaður, hava fólk hugsað, at nú verður øðrvísi, nú fer menniskjað at duga at halda frið. So var til dømis eftir seinna heimsbardaga, tá ST varð stovnað, og eftir kalda kríggið. Men enn er kríggj, ófriður, kúgan og spentar støður millum lond og fólkabólkar.
Hvussu kunnu vit tá syngja um frið á jørð, eins og einglarnir gjørdu á Betlehems fløtum?
Allur 72. sálmur snýr seg um ein friðarkong, og omaná tykist tað at vera Sálomon kongur. Men fleiri av versunum benda á, at talan ikki er um ein deyðiligan kong.
Rættvísi og friður hanga saman. Einans við rættvísi kann friður verða. Soleiðis eru korini eisini hjá Gudi. Einans gjøgnum ein frelsara kann veruligur friður verða millum teir báðar partarnar í heimsins djúpastu krígsstøðu, nevniliga Gud og okkum.
Tí sendi Gud Jesus. Hann vildi fáa frið í lag millum okkum og seg. Jesu deyði í okkara stað og uppreisn hansara sónaðu tann rættin, sum Gud stendur fyri.
Friðurin er ein fylgja av hesum rættvísi. Gud er til fulnar nøgdur við friðarsáttmálan, sum Jesus fekk í lag. Nú eru vit ikki longur í kríggi við Gud, men tvørturímóti børn hansara og vinir og samstarvsfelagar.
Væl at merkja, um vit seta okkara álit á Jesus og á tann friðarsáttmála, sum Gud fekk í lag við honum. Við trúgv á Jesus skriva vit undir friðarsáttmálan. Tá kann veruligur jólafriður eisini valda í okkara hjarta og vara alt árið, uttan mun til ófriðin rundanum okkum.