Víntræið og greinarnar

Skrivað: Jonhard Jógvansson

“Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera” (Jóh 15,5).

Tað kann vera, at ein heldur, at ein ikki hevur brúk fyri Jesusi, og at ein klárar seg fínt uttan hann. Men boðskapurin hjá Jesusi er sera ítøkiligur. Hann sigur jú, at vit als einki kunnu gera uttan hann. Eina aðrastaðni sigur hann enntá, at hann er vegurin og sannleikin og lívið, og at eingin kemur til Faðirin uttan við honum (Jóh 14,6). Soleiðis lýsir Jesus seg sjálvan, og hetta eru ikki smálutir. Antin er ein í víntrænum, ella er ein ikki í víntrænum. Antin hevur ein lívið, ella hevur ein ikki lívið. Men Jesus elskar okkum og vil, at vit skulu hava lut í lívinum, sum einans hann kann geva okkum. Tí sigur hann við okkum: ”Verðið í mær!” (4. vers) Einans tá kunnu vit bera ávøkst!

Men hvønn ávøkst er talan so um? Jú, í grundini er tað sjálvur Jesus, sum er ávøksturin. Tað er, sum Paulus sigur: ”Tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær” (Gal 2,20). Um hann livir í okkum, so fylgja lív og ávøkstur sjálvandi eisini. Hvussu kann eg so vita, at hesin ávøksturin er galdandi í mínum lívi? Her kann myndin hjá Jesusi hjálpa okkum. Vínberini á víntrænum síggja sera leskilig út, men vit kenna kortini ikki góðskuna á vínberunum, fyrr enn vit hava smakkað tey. Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi okkum og Jesusi. Vit kenna hann ikki, fyrr enn vit hava ”smakkað” hansara góðsku og vinarlag. Og tá verður hann ómissiligur, og ein fer at viðmæla øðrum til at fáa sær eina smakkroynd: ”Bragdið og kennið, at góður er Harrin!” (Sl 34,9)