Vinur barnanna
”Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: »Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. ”
Mark.10,13-14
Jesus var so góður við børn. Tí var tað, at hann so fegin tók tey í favn og vælsignaði tey.
Men lærusveinarnir skiltu ikki hetta sambandið millum Jesus og børnini, og tí royndu teir at forða børnunum í at koma til Frelsaran.
Tá ið Jesus varð varur við hetta, varð hann vreiður. – Ja, hugsa tær, tað stendur, at hann varð vreiður inn á teir. Tað ið eg veit, er hetta einasta staðið í Nýggja Testamenti, har skrivað stendur, at Jesus varð vreiður. Hann var ofta sorgarbundin av lærusveinum sínum. Men tá ið sá, at teir vildu forða børnunum í at koma til hansara, bleiv hann vreiður.
Hvat mundi vera grundin til, at lærusveinarnir bóru seg soleiðis at? Mundi tað ikki vera tað, at teir hildu, at tíðin hjá stóra Meistara teirra, var alt ov dýrabar at verða brúkt til hesi smáu? Tað vóru jú so nógv vaksin fólk, sum trongdu til hjálp hansara bæði tímiliga og andaliga. Og so máttu børnini fara til viks.
Ja, soleiðis hugsaðu lærusveinarnir. Men Meistarin hugsaði ikki so.
Og tá ið lærusveinarnir hugsaðu so, so var tað sjálvandi av tí, at teir ikki kendu Meistaran so væl og líktust so lítið honum.
Og so var tað, at Jesus mátti seta teir so dyggiliga upp á pláss og koma við hesi greiðu, avgjørdu læruni um, hvør ið hevur rættindi til Jesus ella atgongd til hansara, at tey vaksnu hava als ongan fyrimun framum børnini. Tvørturímóti. ”Guds ríki hoyrir slíkum til.”
Man tað ikki vera so, at í dag er eisini nógv av hesum sama sinnalagnum, sum lærusveinarnir høvdu? Man tað ikki eisini vera at finna millum trúgvandi fólk?
Tað mesta av tí andaliga virkseminum eru ætlað vaksnum fólki. Og er tað ikki næstan vorðið ein teori hetta, at ein má gerast vaksin fyri at blíva frelstur? Sannleikin er beint øvugtur, sigur Jesus. Tað er netupp vit vaksnu, sum mugu blíva sum børn, áðrenn vit kunnu koma inn í Guds ríki.
”Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.« ” Mark.10,15
Hetta er greið tala. Her nýtist ongum at ivast.
Vegurin til Guds ríki var soleiðis, at børnini fingu stórt pláss í Jesu tonkum og hjarta.
Spurgeon greiðir frá, at hann einaferð sá eina mynd, sum vísti hendingina í oyðimørkini, tá ið Móses hevjaði upp koparormin. Har var stór trokan kring stongina, sum bar koparormin. Allaruttast í mannamúgvuni stóð ein neyðars mamma við doyggjandi barni sínum á arminum. Fólk trokaðu so illa, so hon slapp ikki nærri. Og myndin vísir, at hon lyftir barn sítt so høgt upp, sum hon fær, við øðrum arminum, meðan hon við hondini á hinum arminum heldur undir høkuna á barninum og roynir at snara andlitinum soleiðis, at eyguni í barninum skulu síggja koparormin – og tað skal blíva frelst.
Ein undurfull mynd!
Tað er hetta, ein og hvør góður sunnudagsskúlalærari ger. Soleiðis gera allir pápar og allar mammur, sum kenna ábyrgd fyri barni sínum mótvegis tí livandi Gudi.
Soleiðis eiga øll kristin, sum hava eitt sindur av sinnalagnum hjá tí himmalska barnavininum, at gera.
E.Campbell umsetti