Vit eru frelst til frímóð

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

"Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn" (Hebr 10,35).

Grikska orðið, sum á føroyskum verður endurgivið við treysti ella frímóð, hevur ein sjáldsaman uppruna. Tað er eitt demokratiskt orð og er smíðað í heimsins elsta fólkaræði, Athen. Hetta orðið veitir borgarum talu- og skrivifrælsi. Frælsi at bera fram hugsanir og finnast at embætismonnum. Eisini rúmar tað opinleika, veruleika, sannleika og gevur einum dirvi at siga sannleikan.

Har einaveldi ræður, er lívshættisligt at sýna treysti ella frímóð. Eyðkend er hoyringin av Jesusi ta ferðina framman fyri høvuðsprestinum: Jesus svaraði og segði: “Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað” (Jóh 18,20).

Tað hoyrir við til frelsu okkara at vera keypt leys við blóði hansara, at vit hava treysti ella frímóð: “Elskaðu tit, um hjarta okkara ikki dømir okkum, tá hava vit frímóð fyri Gudi” (1 Jóh 3,21). Hugsa sær, at bera fram fyri Gud alt, sum ein hevur á hjarta at bera fram. Hesin rættur er sanniliga dýrgoldin.

Hvør fær seg til at kasta frá sær tað treyst ella frímóð? Jú, støðan er tann, at frímóðin geldur – svarandi til demokratiska ella fólkaræðisliga uppruna sín – eisini mótvegis menniskjum. Svíkja vit har, vit tiga við sannleikanum, játta ikki lit, so verður endin tann, at bønarinnar samlív við Gud følnar, líka mikið hvussu demokratisk, fólkaræðislig, stjórnarskipanin er. Tann, sum vil til himna, fer at møta einum harðræði, sum við øllum snildum ger okkum málleys. Hetta má als ikki henda.

Heilagur Andi, títt heilaga kristinlið styrki;
títt vil hin óndi tað týna við oyðandi yrki;
herjar hann á, Heilagi Andi ver tá
sjálvur vár lívd og várt virki.
(SB 234,4)