Yppa vit øksl at syndini?

Øll menniskju eru fødd inn í henda heim sum syndarar, og liva tí í myrkri. Vit eru blindað av djevlinum, sum als ikki ynskir, at vit skulu koma inn í Guds ljós. Koma vit inn í Guds ljós, so síggja vit brádliga okkara støðu, at vit eru syndarar og tørva Guds náði. Guds ljós upplýsir okkum um okkara støðu sum syndarar, men Guds ljós kastar eisini ljós á okkara lív, so vit síggja, hvar í lívi okkara syndin hevur yvirvaldið. Gud tekur syndina í størsta álvara. Hann lat enntá sín egna son sum loysigjald fyri okkara synd. Tí er fyrigevingin ikki nøkur sjálvfylgja, men hon kostaði Gudi sera dýrt.

Um vit bara yppa øksl at syndini, er okkara tilbiðjan ikki merkt av gudsótta. Tað hevur eisini við sær, at vit heldur ikki kenna ta frígjørdu gleðina, sum bara tann kennir, ið veruliga hevur møtt náðini.

Í dag hava vit høvi koma fram fyri Guds ásjón og biðja um fyrigeving fyri okkara synd. Eg vóni, at vit ikki yppa øksl at synd okkara, men taka hana í álvara og biðja Gud um miskunn – og fáa miskunn…