Arbeiðsdagurin er í morgin

Leguhúsið í Nesvík verður nógv brúkt gjøgnum árið, og tí er brúk fyri nógvum hondum til viðlíkahald og ábøtur. 
Tí verður aftur skipað fyri einum arbeiðsdegi í morgin, 4. juni, har kvinnur og menn, ung sum eldri, kunnu gera ymiskt arbeiði, bæði innan- og uttandura. Talan er um at rudda, smíða, mála, vaska og annað viðlíkahald av ymsum slag.
Jens Pauli í Dali, húsavørður, leggur uppgávurnar til rættis. Byrjað verður við morgunmati, og á middegi fáa arbeiðsfólkini døgurða. 
– Vónandi verður undirtøkan góð, so at alt er í best møguligum standi, tá børnini koma á summarlegu seinni í juni, sigur Jens Pauli.
Hann heitir á tey, sum ætla at koma til Nesvíkar, um at boða frá frammanundan á telefon 230076, tí so er lættari at leggja til rættis viðvíkjandi matinum.