Armslongd til krossin
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Ert tú ein syndari? Spurdi ein maður ein ungan drong, aftaná eitt møti. Maðurin hevði talað um týdningin av krossinum á Golgata, har Jesus doyði og harvið tók á seg Guðs revsing fyri synd, so at vit við trúnni á Jesus ikki longur eru undir fordøming, men verða frelst undir Guðs náði. Dronginum dámdi ikki at hoyra taluna um blóðuga krossin, tí tað fekk hann at hugsa um Guð sum ein blóðtystandi mordara, sum drap sín egna óseka son.
”Ja, eg eri ein syndari”, svaraði drongurin. ”Hvussu skal Guð kunna fyrigeva tær tína synd”? Drongurin hugsaði seg væl um eina góða løtu.
Og vit kunnu gera tað sama nú hesar páskirnar. Hevur tú fingið eitt armslongdar-princip til krossin? Vit tosa um neyðuga tørvin á armslongd ímillum fólk við valdi og tað ella tey, sum tey útinna vald á. Men er tað vorðið soleiðis hjá Føroya fólki, at vit hava fingið eina armslongd til krossin?
Tey flestu vilja nokk – enn – svarað ja uppá fyrsta spurning. Ja, eg eri ein syndari. Men tá ið hugsað verður gjøllari um, hvat ið skal til fyri at sleppa undan fordøming hjá Guði, eru vi teins greið í svarinum tá.
Er tað ikki satt, at flestu fólk hava torført við tankan um, at Guð læt Jesus doyggja á krossinum? Hví er tað neyðugt? Kann Guð ikki frelsa uttan hetta ofrið? Og soleiðis svarar spurningurin seg sjálvan. ”Hvussu skal Guð kunna fyrigeva tær tína synd”?
Guð hevur gjørt tað einastaðni í heimssøguni – á krossinum. Tí mugu vit ongantíð fáa eina armslongd til krossin, men koma undir hann at standa, soleiðis at blóðið frá Jesu sárum kann reinsa okkum frá syndini. Tí tað rann fyri at bóta okkara synd, sum gjald, at rinda skuldina, sum reinsan fyri sár og sjúkur okkara.
Satt er tað so, at krossurin eisini gjørdi meira, sum Paulus greiðir frá til Kolossu, at Jesus sigraði á valdunum og hinum ónda. Men hann gjørdi tað, við at hann vann Guðs fyrigeving, sum kravdi, at skuldarbrævið varð neglt gjøgnum blóðugar hendur, til krossins planka.