Ársfundur hjá OM í Føroyum
Set X í kalendarin, tí Ársfundurin hjá OM í Føroyum verður 28. apríl klokkan 19.30 í Skansahúsinum í Havn!
Vit fara at greiða frá, hvat vit hava gjørt seinasta árið, og hvat stendur fyri framman.
Meira kunning kemur seinni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Møguleiki er at tekna seg sum lim, um man ikki er limur.
Endamál okkara er at eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur. Les meira á https://www.om.fo