Ársins dystur og sunnudagsskúlatiltak – í Sarpugerði sunnudagin
Undir hesi yvirskriftini bjóða sunnudagsskúlarnir í missiónshúsinum Bethania og brøðrasamkomuni Filadelfia til eitt øðrvísi tiltak á fótbóltsvøllinum í Norðragøtu sunnnudagin. Á skránni eru spøl, søga, sangur, matur og gott samanhald, siga tey.
– Tiltakið byrjar við einum sunnudagsskúla, har vit hoyra Guds orð og syngja saman. Síðani verður ein fótbóltsdystur millum lið úr báðum samkomunum. Eisini eru spøl fyri alla familjuna, og her kunnu øll vera við, foreldur, ommur og abbar og onnur. At enda verða pylsur, breyð og ein drekkamunnur at fáa. Tað sigur Elinborg Osvaldsdóttir, ið er ein av fyrireikarunum.
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri einum slíkum felagssunnudagsskúla. Fyrstu ferð var í fjør; tá komu sera nógv fólk, og tað eydnaðist so mikið væl, at tey royna tað aftur í ár.
– Hetta er eitt samstarv millum Bethania og Filadelfia, sum kom í lag í fjør. Endamálið er tað sama sum við øllum sunnudagsskúlum, nevniliga at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus, sigur Elinborg.
Hetta er ikki beinleiðis ein “summaravslutningur” hjá sunnudagsskúlanum í Bethania, men tað líkist, sigur hon. Viðhvørt fara tey eisini eina summarútferð umframt.
Fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár, og bjóða øllum vælkomin í Sarpugerð sunnudagin 30. juni klokkan 12.30-15.00. Elinborg leggur afturat, at í fjør vann “kirkjuliðið” fótbóltsdystin, og at tey tí hava havt ferðasteypið í varðveitslu hetta seinasta árið. So verður spennandi, hvussu leikur fer sunnudagin.