Ársmøti og stórmøti 2016-20
Høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini hevur dagfest ársmøtið og stórmøtini komandi fýra árini.
Ársmøtið verður hvørt ár í Leguhúsinum í Nesvík. Komandi ár verður tað 25. mars, síðani 14. apríl 2018, 6. apríl 2019 og 28. mars 2020.
Í ár verða stórmøtini í døgunum frá 28. til 30. oktober í Havn. Komandi ár verða tey 20.-22. oktober í Eysturoynni, í 2018 verða tey 26.-28. oktober í Klaksvík, í 2019 verða tey 25.-27. oktober í Havn og í 2020 verða tey 23.-25. oktober í Eysturoynni.
Staðsetingarringrásin fyri stórmøtini er soleiðis, at 3. hvørt ár eru tey í Eysturoynni, 3. hvørt ár í Havn og 3. hvørt ár skiftivís í Klaksvík og í Vágum.
Víst verður annars til kalendaran á heimasíðuni mission.fo.