Ársmøtið 2019 hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Endaliga skráin fyri ársmøtið, sum verður hildið í Leguhúsinum í Nesvík 5. og 6. apríl, er nú almenn. Heitið fyri ársmøtið hesaferð er “At tæna í trúgv, vón og kærleika”, og hetta verður eisini evnið á møtinum leygarkvøldið.

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL

Kl. 19:30 Ungdómsbrak

Jákup E. Petersen, formaður í LUN, talar

Lovsangur

Heimagjørd pizza omaná

 

LEYGARDAGUR 6. APRÍL

Kl. 09:00-10:00 Morgunmatur

Kl. 10:00 Tvey upplegg

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari: Møguleikar at tæna í sjómansmissiónini.

Øssur Kjølbro, miðlaleiðari: Møguleikar at tæna trubodin.fo

Kl. 12:00 Døgurði

Kl. 13:00 Frágreiðingar frá arbeiðnum

Formansfrágreiðing frá Símuni Jacobsen, formanni

Arbeiðsfrágreiðing frá Andrias Magnussen, aðalskrivara

Fíggjarfrágreiðing

Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar

Kl. 15:00 Drekkamunnur

Kl. 16:00 Sangløta

Jógvan Reynslág hevur andakt

Kl. 17:30 Rundvísing á byggiplássinum

Kl. 18:00 Nátturði

Kl. 19:30 Møti

Pól Johannesen talar: “At tæna í trúgv, vón og kærleika”

Kvinnubólkur av Argjum syngur

Fríur vitnisburður

Barnaansing

Forbøn fyri nýggjum starvsfólki

Høvi at lata eina gávu til Heimamissiónina

LES EISINI  Svørt olja gevur reyð tøl

Drekkamunnur

 

GOTT AT VITA

Møguleiki er at gista í Leguhúsinum fríggjakvøldið

Prísur: 50 kr. fyri hvønn (børn undir 14 hálvan prís)

Sigið frá á tel 470000 ella info@mission.fo

Tekning er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 hálvan prís).

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN Á ÁRSMØTIÐ!

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina