At raðfesta

Andrias Magnussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eitt orð, sum er nógv at hoyra í fjølmiðlunum og í almenna rúminum, er orðið raðfesting.

Í politikki verður ofta tosað um raðfesting. Tað er ikki gjørligt at gera alt samstundis, og tí er neyðugt at raðfesta, soleiðis at tað verður skipað, nær hesi ymisku tingini skulu verða gjørd. Seinastu mánaðirnir og enntá árini hava vit ofta hoyrt um raðfesting í samband við millum annað tunnilsgerð. Nógvar bygdir í Føroyum hava vánaligt vegasamband, og ofta er ein ótíðarhóskandi tunnil ein av høvuðsorsøkunum til hetta. Tí ynskja íbúgvarnir í hesum bygdum, at landið raðfestir soleiðis, at teirra farleið verður gjørd skjótt. Men, alt kann ikki raðfestast ovast, og tí er neyðugt at meta, hvat hevur størstan týdning. Men, tað er ikki altíð soleiðis, at tað, sum hevur størstan týdning, verður raðfest ovast. Í politikki eru eisini onnur viðurskifti, sum ávirka, hvussu tað verður raðfest.

Sum menniskju, so kenna vit eisini til tørvin at raðfesta. Tað er so nógv, sum togar í okkum og ynskir okkara tíð og uppmerksemi. Vit kunnu ikki klára alt, og tí verða vit noydd at raðfesta. Óivað royna vit at raðfesta tað, sum vit meta hava týdning,  men kortini kann tað vera sera trupult at raðfesta.

Tað verður ofta tosað um tað, sum hevur skund, og tað, sum hevur týdning.

Tað er ikki altíð so lætt at skyna ímillum hesar báðar partar, og ofta er tað soleiðis, at tað, sum hevur skund, verður tikið fram um tað, sum hevur týdning.

LES EISINI  Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg

Tá ið eg var barn, hekk eitt skilti í gongini í barnaheiminum. Har stóð: “Dagurin í gjár er farin. Dagin í morgin veitst tú einki um, men í dag hjálpir Harrin.”

Hetta hevur ikki beinleiðis nakað við raðfesting at gera, og tó. Bíblian lærir heilt greitt, at vit hava eina avmarkaða tíð. Okkara lívsroyndir siga okkum eisini tað sama. Í sálmi 90 syngur Móses soleiðis í 12. versi: “At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!”

Vit hava bert eina avmarkaða tíð, sum vit liva undir sólini. Tí ræður um at raðfesta tíðina rætt, soleiðis at vit brúka tíðina til Guds æru.

Sum trúgvandi, so eru vit kallað at raðfesta øðrvísi enn heimurin. Heimurin raðfestir seg sjálvan fyrst og hugsar, hvat fái eg burturúr. Soleiðis eiga vit ikki at raðfesta.

Vit eru kallað til fyrst at søkja Guds ríki og at elska okkara næsta sum okkum sjálv. Hetta eigur eisini at ávirka, hvussu vit raðfesta okkara tíð, orku og pengar.

Tá ið tað kemur til raðfesting, so er umráðandi at raðfesta tað, sum hevur týdning fyrst. Um vit gera hetta, so hava vit ikki tíð og umstøður til at raðfesta alt annað omanfyri. At raðfesta hevur tí eisini nakað við vilja at gera. Tað er neyðugt at seta sær fyri, at soleiðis ynski eg at raðfesta, tí annars kann ágangurin gerast so stórur, at vit enda við at raðfesta øðrvísi, enn vit høvdu ætlað.

LES EISINI  Bøn fram um alt

Raðfestingin hjá einum kristnum eigur tí at vera nakað soleiðis: Gud er fyrstur og fremstur í okkara lívi. Síðani kemur familjan – konan og børnini. Eftir hetta, so er tað arbeiðið. Síðani samkoman og vinirnir. Tað er ikki heilt víst, at øll skulu raðfesta júst soleiðis, men eg meti ongan iva vera um, hvat skal raðfestast ovast.

Má Gud hjálpa okkum at raðfesta rætt, soleiðis at vit liva okkara lív honum til æru og okkum og næsta okkara til signing.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina