Bøn fram um alt

Hesi orð hava møtt mær undir fleiri ymiskum umstøðum. Á jólum í 1995 fekk eg eina frálíka bók um bøn í jólagávu, skrivað av Oddvari Søvik. Bókin hevði heitið “Bøn fram um alt”.

Beint fyri jól í 1996 var eg við á tí árliga Arbeiðarafundinum í Det Vestlandske Indremisjonsforbund. Hvønn dag byrjaði møtið við bíbliutíma, sum býarskrivarin í Molde, Arild Ove Halås, helt. Temaið á tímunum var “Bøn fram um alt”.

Týdningarmest fyri meg hava kortini verið orðini, sum Paulusi skrivaði til sín unga vin og starvsfelaga, Timoteus: “Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum” (1 Tim 2,1).

Fram um alt! Tað má merkja: Fremsta raðfesting. Fremst í bíðiraði. Ovast í bunkanum. Á 1. plássi!

Fram um alt! Bøn kann samanberast við alt møguligt. Bøn er altíð tað týdningarmesta.

Kann hetta vera rætt? Er ikki okkurt í kristnilívinum, sum hevur størri týdning enn bøn? Nei. Skulu vit trúgva Bíbliunnar egnu orðum, er spurningurin heilt greiður: Bøn fram um alt!

LES EISINI  Halgan

Hetta samsvarar við siðvenjuna hjá teimum fyrstu kristnu. Tá tann stóra vekingin á hvítusunnu linkaði, og tað aftur gjørdist gerandisdagur í Jerusalem, sigur Lukas frá teimum, sum vóru “nýggj á vegnum”: “Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar” (Áps 2,42).

“Tey fýra B-ini” verður hetta kallað í dag: Bíblian. Brøðralagið. Breyðbrótingin. Bønirnar.

Eg stóð einaferð í einari møtirøð í Frikstad Missiónshúsi, eystan fyri Kristianssand. Á tí eina møtinum vitnaði ein av teimum ungu nakað soleiðis:

“Vit mugu halda fast við tey 4 B-ini: Bíbliuna og brøðralagið, breyðbrótingina og bønirnar. Tá fáa vit tað fimta B-ið “í keypinum”: Bjargingina!

Eg haldi, at hesin ungi persónurin hevði rætt! Tað er júst soleiðis, vit verða varðveitt, við dagliga at umgangast Jesus og onnur kristin.

Í bókini “Bøn fram um alt” setir Oddvar Søvik nógvar spurningar:

  • Hvat er tað at biðja?
  • Hví er tað so týdningarmikið at biðja?
  • Hvat skulu vit biðja um?
  • Hvørjum skulu vit biðja fyri?
  • Hvussu skulu vit biðja?
  • Hvat kann forða okkum í at biðja?
  • Hví fáa vit ikki altíð tað, sum vit biðja um?
LES EISINI  Heilagi Andin

Jú, nógv kann vera at spyrja um, tá tað snýr seg um bøn. Tað kann vera nógv, sum vit hava trupult við at skilja. Tað er gott, at slíkir spurningar verða settir. Og tað er týdningarmikið, at teir verða svaraðir.

Latið okkum kortini ongantíð gloyma, at bøn ikki er ein trupulleiki! Bøn er ein møguleiki. Bøn er serrættindi.

Ein rættur, sum Gud sjálvur hevur givið okkum til samfelag við seg í trúnaði!

Ein hevur sagt tað soleiðis:

– Tak ímóti bønarinnar gávum. So kanst tú bera bønarinnar gátur.

 

Til umhugsanar

Í míni fyrstu Bíbliu, sum eg fekk frá mammu og pápa i konfirmatiónsgávu,
eru hesi orð skrivað:

“Ein ungdómur við einari opnari Bíbliu og einum opnum bønarlívi verður varðveittur, um hann so varð settur í helvitis portur.”

Tað hevur verið mær til umhugsanar. Fleiri ferðir!

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina