Sakførarin nýtti lív sítt til at hjálpa øðrum

Søren Kokkenborg gjørdist leiðari á einum misnýtslumiðdepli, og hann nýtti fyrstu árini sakføraraløn sína at fíggja arbeiðið við at geva rúsevnismisnýtarum og rúsdrekkamisnýtarum ein nýggjan møguleika. 

– Gud er fantastiskur, hann livir, elskar okkum og kemur upp í okkara lív hvønn dag upp á óteljandi mátar og ger tað ógjørliga gjørligt! sigur Søren Kokkenborg. 

Í sínum vaksnamannalívi hevur hann havt dupultarbeiði í meira enn 30 ár: Eitt hálvtíðarstarv sum sakførari, umframt eina krevjandi og trupla uppgávu sum leiðari í kristna revalideringsdeplinum, Betesda í Karstoft “Væl og virðiliga fulla tíð”. 

í 2021 gavst hann í sakføraravirkinum fyri at savna seg fult og heilt um hjálpiarbeiðið, ið hevur fylt lív hansara við avbjóðingum – og andaligum upplivingum: 

Søren Kokkenborg hevur havt dupultarbeiði í meir enn 30 ár –
hálva tíð sum sakførari og krevjandi uppgávu sum leiðari á revalideringsdepli

– Tað er trupult at siga, hvat hevur verið størsta andaliga upplivingin hesi árini. Um eg nakrantíð fái møguleika at skriva eina bók, so skal hon hava heitið “Undurfult lív”. Tí eg havi upplivað so nógvar likamligar grøðingar – deyv, ið brádliga hoyra, lamin, ið kunnu ganga … niðurbrotin menniskju, ja nærum skrokkar av beini, ið brádliga kundu ganga … og Gud, ið kann fáa hesi deyðu beinini til at savnast saman aftur, so tey í dag eru familjupápar, hava fingið útbúgvingar og tæna Gudi. Fíggjarlig undur. Hús, ið eru “komin fram”, tá ið onkur hevur staðið og manglað tak yvir høvdið…, greiðir Søren Kokkenborg frá. 

Eitt dømi frá tíð hansara í Betesda staðfestir hetta: 

– Eftir at eg hevði sligið grasvøllin nærum uttan íhald í umleið 1 mánað við eini sláimaskinu, ið mátti skumpast við handamegi, ti grasvøllurin var so stóru, at eg nærum mátti byrja umaftur hvørja ferð, et hevði nátt alt, segði eg í eini bøn: 

“Er hetta veruliga tað, eg skal nýta mína tíð upp á her?” 

Stutt eftir hetta kom ein maður. Tá hann lat hurðina upp til viðførisrúmið á bili sínum lá ein nýggj grassláimaskina har – ein gáva til staðið. 

Søren Kokkenborg greiðir víðari frá um onkran teirra, hann hevur gingið á vegnum saman við gjøgnum hesi mongu ár: 

– Rikke var í 12 ár misnýtari og livdi sum prostituerað, men hon hevur verið clean síðan 1998. Rikke var niðurundirkomin og niðurbrotin men fekk eitt heilt nýtt lív á Betesda – sum starvsfólk. Hon fekk eisini mann og børn. 

LES EISINI  Lambið

– Og Steen, ið nærum als ikki var til, men sum bert stóð og biddaði framman fyri ein Lidl handil í Taastrup og sum oftani gisti í einum spælihúsi fyri børn. hann kom til Betesda fyri fimm-seks árum síðan eftir í eitt tíðarskeið at hava fingið hjálp frá TC Taastrup-Klippen. Vit hava eitt gott samstarv við leiðaran har, Jesper Fuchs. Í dag hevur Steen fingið tillutað pensjón og starvast nú sum sjálvboðin her. 

– So er tað eisini Jørn, ið somuleiðis var fullkomiliga í skeljasori og sum stríddist við rúsdrekka, men sum nú hevur verið “clean” í uml. 9 ár. Hann er gartnari og havamaður okkara. 

Søren Kokkenborg sigur við brennandi ágrýtni frá um hesi menniskju. 

– Vit hava altíð tørv á fleiri, ið vilja taka lut í stríði okkara fyri at bjarga menniskjum – bæði við forbøn og við handaligum og fíggjarligum stuðli, heldur hann fram 

“Eg havi upplivað so nógvar likamligar grøðingar – deyv, ið brádliga hoyra, avlamin, ið fara til gongu” 

Eitt ynski uppfylt 

Hvat ert tú fostraður upp til? 

– Eg hevði nøkur trupul tannáringarár, har foreldur míni ikki høvdu tað lætt við at náa inn til mín, men so fekk eg sum 17-ára gamal eitt møti við Jesus. 

Longu sum ungur var eg tilvitaður um mangt og hvat og var sera virkin. Likamliga virkin. Eg gekk við bløðum umframt at ganga í skúla, dámdi væl at gera skúlating, spældi fótbólt tríggjar ferðir um vikuna og gekk harumframt til svimjing og fimleik. Frá tí, at eg var 9 ár, arbeiddi eg 10-15 tímar við síðuna av skúlanum. 

Samstundis hevði eg nakrar trupulleikar við mær sjálvum – frá tí eg var 9 til eg gjørdist 17. Ein stór samleikakreppa og stórar sálarfløkjur, ið eg ikki slapp úr, fyrr enn eg gjørdist tilvitaður um, at Jesus elskar meg. Tað hendi á eini summarlegu, greiðir Søren Kokkenborg frá. 

Møtti Tinu 

Hann er í dag giftur við Tinu, ið er útbúgvin sjúkrahjálpari. Tey bæði møttu hvør øðrum á áðurnevndu summarlegu, og tey vórðu gift í 1983. Tey hava nú fimm børn – og seks abbabørn, umframt eitt í væntu. 

– 4 ár aftaná kom eg inn í herin. Eg kom til eitt stað við nógvum misnýtarum – og leiddi ein teirra til trúgv á Jesus. Eg dugdi at síggja broytingina í lívi hansara … 

LES EISINI  Fødd/ur av nýggjum

Ein dagin meðan eg bað til Guds, fekk eg eina sjón, har eg sá innkoyringina til Betesda, sum Hansa og Niels Vestergård høvdu byrjað í 1975. Eg vendi mær tí í 1982 til fyristøðufólkini við orðunum: “Eg trúgvi, Gud leiðir meg til at verða sjálvboðin her hjá tykkum.” 

Eg helt tá, at eg bert skuldi vera har í eitt stutt hálvt ára tíðarskeið … Tað gjørdist til hálvtannað ár, sigur Søren Kokkenborg. 

Í 1989 vendi hann aftur til hetta staðið at gerast starvsfólk. 

– Tveir mánaðir eftir hetta boðaði fyristøðufólkini frá, at tey ætlaðu at gevast. Tina og eg vórðu spurd, um vit høvdu áhuga í at fáa leiðsluna. Eg gjørdist bilsin, men segði “Ja”, tí eg vildi so fegin hjálpa og tæna Gudi á Betesda. 

Eg gjørdist løgfrøðingur í 1989, og tá ið eg gjørdist leiðari á Betesda, byrjaði eg um sama mundið hálva tíð í einum lítlum sakføraravirki í Ølgod. Tí Betesda manglaði fíggjarligt rásarúm. 4 ár seinni gjørdist eg samánari í sakføraravirkinum – og var tað líka til eg gavst har í 2021. 

– Tey fyrstu árini sum leiðari í Betesda fekk eg onga samsýning ella løn fyri arbeiðið. Eg arbeiddi nógv hesi árini. Men tað hevur verið eitt stórt framíhjárættindi at tæna Gudi í Betesda, og tað eri eg sera takksamur fyri, leggur hann dent á. 

Søren Kokkenborg hevur gjøgnum árini harumframt hjálpt nógvum, hann hevur møtt í lítla sakføravirkinum. Sum hann sigur: Gud var eisini við í hesum sakføraravirki.” 

– At byggja upp Betesda… tað kom ikki av sær sjálvum. Mong av teimum menniskjum, vit hjálpa, eru illa meiðslaði – niðurundirkomin í hugsan, sinni og skinni. Eg eri drivin av kærleika til menniskju… til tey, ið ikki eru ynskt og sum ofta verða viðfarin sum spedølsk. Her er so nógv smásinni til, menniskju, ið bert hugsa um seg sjálvi, kommunal skjalfestingarkrøv, millumleiðara-skrivstovuveldi og alt møguligt annað, ið forðar stuðlinum at náa fram til tey, ið veruliga hava tørv á honum: Misnýtarar, men eisini tey einsamøllu eldru og børn. Mong menniskju eru so upptikin av sær sjálvum og egna tørvi sínum. Sjálvt í kirkjulívinum. 

– At Jesus elskar meg, hevur eggjað mær. Tann kærleikan ynski eg so fegin at geva víðari til tey, ið eru óynskt. 

LES EISINI  Nýtt lív - í nýggjum klæðum

Ein av okkara íbúgvum greiddi mær einaferð frá, at mamma hennara fortaldi henni: “Tú skuldi havt verið ein blettur á lakinum”. Mamman vildi ikki taka sær av henni. Tá er tað undurfult at síggja, hvat kærleiki Guds kann gera í lívinum hjá menniskjum, sigur hann. 

Tað er so sera týðandi at vita seg elskaðan og avhildnan. Tað veksur tú aldri frá. Kærleiki grøðir allan aldur. 

Munir á ættum 

Søren Kokkenborg er borin í heim í 1961 í norðurpartinum av oynni Als. 

– Foreldur míni eru frá eini tíð, tá tey ikki altíð vóru so góð til at vísa kenslur. Tað eg saknaði tá, tað var, at tey søgdu, at tey vóru góð við meg. Men sum eisini profeturin, Amos sigur í Bíbliuni: “Harrin tók meg”. Og tað gav mær styrki og gjørdi meg mangan bilsnan. 

Tá eg gekk á universitetinum, hevði eg smáuppgávur í Justitsministeriinum og í býrættinum í Keypmannahavn, tí eg ikki ynskti at hava nakra skuld. 

Tá trúði eg, at eg helst fór at enda við at starvast á einum slíkum stað. Men Heilagi Andin leiddi meg aðrar vegir. Og eg sigi sum Dávid í Bíbliuni: “Tak ikki anda tín frá mær”. og “Leið meg ikki í freistilsi”. Eg ynski ikki at liva eitt lív við rúsevnum, rúsdrekka… taka konuna hjá øðrum ella hava eitt annað starv enn tað, Gud hevur til mín, leggur Søren Kokkenborg dent á. 

– Har eru mong dømi í Bíbliuni, har alt byrjaði gott, men sjálvt ikki Dávid kongur kom gott í mál, sjálvt um hann var til reiðar at biðja um fyrigeving. Sálomo kongur kom heldur ikki gott í mál. 

Eg havi tíbetur eina undurfulla konu, góð starvsfólk og menniskju, sum í krepputíðum hava stuðlað mær at hildið fast um tað rætta. 

Nú havi eg latið hurðina aftur til sakføraravirki mítt og havi møguliga 25 ár eftir… Og eg vil fegin hava hetta spjatt út: Gud elskar menniskju, sigur Søren Kokkenborg. 

Hann heldur tí fram í sínum starvi í Betesda, har ikki allir íbúgvar fáa hjálp frá tí almenna, men nógvir fáa eitt frípláss, ið verður sponsorerað við stuðli frá privatum og fyritøkum. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina