Bíbliuskeiðið leiddi tey saman

At ung og eldri hittast í kristnum samanhangið, er gott fyri samanhaldið, persónligu menningina í trúarlívinum og fyri persónlig sambond.
Tað kunnu 77 ára gomlu Maria og Alfred Hansen(Alli) á Argjum, skriva undir uppá.

– Vit hittust á fyrsta sinni á summarlegu í Sandavági í juli 1963. Tá vóru vit 16 ára gomul. Vit fingu gott eyga á hvønn annan, men tað var ikki fyrr enn á fyrsta bíbliuskeiði, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipaði fyri, og sum varð hildið í august mánaði í 1963 í KFUK í Havn, at vit byrjaðu at ganga saman, sigur Maria.

-Tá var ikki so gott vegasamband millum bygdir, sum nú. Eg minnist væl einaferð, at eg fór av Argjum, og skuldi við trakkisúklu vestur til Sandavágs at vitja Mariu. Súklan hevði bara eitt gear og ikki fleiri, sum flestu súklur nú hava. Eg súklaði ikki allan vegin, tí bilførarar tóku óivað synd í hesum unga argjadreinginum, sum súklaði millum bygdir og oyggjar, fyri at vitja gentuna, sigur Alfred brosandi.

LES EISINI  Skrá og kunning fyri bíbliudagin 29.august

Skrivaðu saman

-Tá var telesamband millum oyggjarnar, men telefon var ikki í hvørjum húsi, so vit skrivaðu mest okkara millum. Vit sóust sjáldan, ja, tað vóru mánaðir ímillum at vit sóust tað fyrstu tíðina, sigur Maria, og undrast yvir, hvussu nógv tíðin er broytt.

-Eg sang við Streingjakórinum í Havn, og vit vóru av og á í Vágum og sungu. Tá sá eg Mariu. Eg var altíð klárur at fara avstað við kórinum, tí tað vóru sera góðar og gevandi missiónsferðir, og ikki minst, tá kórið skuldi vestur í Vágar, sigur Alli skálkaliga.

– Fyrstu ferð eg hitti familjuna hjá Mariu var á missiónsvikuni í Sandavági í 1964. Tá var eg 17 ár, og varð góðkendur, sum verðsonur í húsinum, sigur Alli.

-Vit hittust meiri og meiri og upplivdu tað gott og játtandi. Vit vóru eisini saman til summarlegur og bíbliuskeiðir og tað vóru gevandi dagar. Vit tóku ring uppá beint áðrenn eitt bíbliuskeið. Ringarnir skinu og vit vóru eydnusom. Tá vit so fóru út til mammu og pápa á Argjum at siga tað fyri teimum, segði mamma nógv endurgivnu orðini:
“Nú eru tit góð. Men verið góð, tá tit skulu vera góð” sigur Alli.

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Jákup og Paulus - trúgv og gerningar

Bíbliuskeiðini hava ríkað lívið

-Vit giftust 28. desembur í 1968. Tá høvdu vit gingið saman í hálvtsætta ár. Nú, august 2023 eru vit aftur á Bíbliuskeiði, og kunnu í takksemi hyggja aftur á at hava kenst í 60 ár. Vit hava verið á flestu Bíbliuskeiðum øll hesi árini, og tey hava verið sera stimbrandi og lærurík, siga tey.

-Vit vilja viðmæla øllum at savnast har Guds orð ljóðar, og á fara á Bíbliuskeið, tí tað er gevandi og so kunnu tey ungu hittast, eisini við varandi sambondum. Tað eru vit eitt dømi um, siga Maria og Alli Hansen sannførd.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina