Tá Nicky lærdi meg franskt!

Hvussu kann ein grótharður bandaleiðari úr spanskt-talandi Puerto Rico læra ein komandi trúboðara tað trupla franska málið?
Les svarið her:


Eitt av tí, sum eg minnist ilt aftur á mínum skúlaárum, var at læra eitt nýtt mál. Eitt av hesum málunum var enskt, sum eg stríddist leingi við, hóast eg havi ensk gen í mær, tí abbi mín var eingilskmaður.

Eg kom seinni at stríðast við týskt í fólkaskúlanum, og var tað eitt satt prøvilsi í sær sjálvum. Og tá eg fór niðan í Hoydalar, var týskt eisini ein av lærugreinunum á HF. Fjú, men eg yvirlivdi.
Langt aftaná lidna skúlatíð tóku vit sum familja avgerð um at fylgja okkara kalli, og fara út í heimin sum trúboðarar. Hetta gjørdu vit, hóast vit vistu at ein partur av fyrireikingini var, at vit skuldu í holt við at læra eitt av teimum truplu málunum, nevniliga franskt. Orsøkin til hetta var, at vit skuldi fremja gerning okkara í afrikanska landinum Mali, har almenna málið er franskt. Gjøgnum franska málið skuldu vit síðani læra málið fulfulde, sum ættarbólkurin, ið vit skuldu røkka við gleðiboðskapnum, tosaði.

LES EISINI  Dupultur OM aðalfundur

L’IMPARFAIT

Í 2000 fluttu vit sostatt til franska Vetrar-OL býin Albertville, sum liggur beint við Alpurnar, har vit gingu á kristnum málskúla í eitt ár. Jú, jú, tað var ein hørð tíð, har eg mangan spurdi Gud um, hví hann ikki vísti náði sína ímóti okkum komandi trúboðarum, og bara lærdi okkum franskt eftir nøkrum fáum døgum.

At læra seg franskt er ikki bara sum at siga tað hjá nøkrum – enn minni hjá mær, og eg stríddist óført við øllum bendingunum, Le présent (nútíð), Le passé composé (núliðin tíð) og L’imparfait (imperfektum/tátíð), bara fyri at nevna nakað av tí. Ta fronsku úttaluna stríddist eg við frá degi 1. Men ein dagin fekk eg óvæntaða hjálp í mínum franska:
Eg kom nevniliga fram á eitt kasettuband – ja, eitt kasettuband!, við upptøku av einum kristnum møti, har Nicky Cruz segði sína søgu, og fortaldi um sína umvending – á enskum, altso!

Søgan hjá tí nú 84 ára gamla Nicky Cruz er ein søga um ein ungan drong, sum hevði ein harðan og øðrvísi uppvøkstur, kom á skeiva leið í lívinum, gjørdist banda-leiðari, kriminellur – bara fyri at nevna nakað, men sum ein dagin møtti einum kristnum boðberara, David Wilkerson á gøtunum í New York.
Kennist tú kanska ikki við navnið, so sigur kanska heitið á bókini og filminum um lív hansara, tær okkurt, nevniliga Korset og Springkniven.
Vitnisburðurin frá hesum gudsmanninum fekk Nicky at geva sítt lív til Jesus, og gerast ein íðin stríðsmaður í tí at vinna onnur menniskju fyri Jesus, – hesin Jesus, sum hevði fyrigivið honum allar syndir sínar og givið honum eitt nýtt innihald í lívinum.

Men, – hvat hevði tað við franskt-undirvísing mína at gera, og mítt stríð við fronskum verbum?

LES EISINI  Er missiónin ein spennitroyggja?

ENSKT/FRANSKT

Jú, sakin var, at møtini við hesum ótrúliga vitnisburðinum hjá Nicky Cruz, vóru hildin í Fraklandi, og vóru sjálvandi umsett til franskt.
Tað vil siga, at Nicky segði fyrst ein setning á enskum, sum síðani var umsettur til franskt. Á henda hátt vitsti tú, hvat hann segði, áðrenn tað var umsett til tað málið, sum eg stríddist við at læra.

Soleiðis kundi henda støðan tí lýsast sum ein win-win-win støða:

1) Eg – og hini á møtinum – hoyrdu fantastiska vitnisburð Nicky’s
2) Eg var vælsignaður av vitnisburði hansara
3) Eg lærdi franskt uppá ein annan, og nógv meiri áhugaverdan máta, enn at vera noyddur at sita á einum skúlabonki.

So, jú tað ber til, at ein enskttalandi puerto-ricanari var við til at læra ein føroying, eftir nógvan sveitta og tár, at tosa og skilja franskt! (Eg havi viðheft eina slíka talu á enskum, og sum verður umsett til franskt. Kanska tú fært áhuga at læra teg hetta fremmandamálið …).

May the Lord bless you – Que Dieu vous bénisse!

LES EISINI  Poddvarp: Ungur felagsskapur við víðfevndum arbeiði fyllir 3 ár
Kanska tú fært áhuga at læra teg hetta fremmandamálið …
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina