Gluggin við Elisabeth Poulsen

Hesuferð fær Símun Persson Jacobsen vitjan av einum sera royndum trúboðarar, tá ið hann og Elisabeth Poulsen møtast til prát í sendingini Gluggin.  

Elisabeth Poulsen er í løtuni útsend til Liberia ígjøngum danska felagsskapin Promissio. Liberia er eitt av fátækastu londunum í heiminum. Í frítíðini er hon drívmegin í føroyska missiónsfelagsskapinum Tæn Afrika. 

LES EISINI  ”Men Gud greb ind” 6. partur - Høgni Poulsen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina