Familjan Finnsson leingir tænastutíðina í Tansania

Seinasta hálvtannað árið hava Jóhannes & Kristiana Finnsson verið trúboðarar í Tansania, saman við lítla soni sínum. Í fyrstu atløgu bundu tey seg til tvey ár, men tey hava nú játtað at leingja sáttmálan við Haven of Peace Academy (HOPAC), har Jóhannes er tónleikalærari og -samskipari, í tvey ár afturat.

– Farna summar góvu vit ábendingar um, at vit ynsktu at halda fram í tænastuni her í Dar es Salaam, og fyrst í november fingu vit fyrispurning frá leiðsluni á HOPAC um at halda fram. Fyri jól gjørdu vit av at svara játtandi, tí tað vilja vit fegin. Tað kennist, sum at vit eru ikki meira enn ‘komin í sving’. Eisini eru fleiri hóskandi møguleikar fyri Kristianu at tæna millum staðbundna fólkið komnir í lag, siga Jóhannes & Kristiana.

Ein av hesum uppgávum hjá Kristianu er á ‘Nuru’, sum er eitt verkstað fyri fólk við breki. Har skal hon arbeiða nakrar tímar um vikuna. Ein onnur uppgáva er nakrar tímar um mánaðin við ráðgeving og innovatión millum urtagarðsarbeiðarar á HOPAC. Og ein triðja uppgáva er hálvurannar tími um vikuna sum mentor fyri ein smábólk við sættaflokks gentum á HOPAC.

LES EISINI  Stórar ætlanir á Eiði

Til tess at gera tænastuna í Tansania møguliga fáa Jóhannes & Kristiana Finnsson stuðul frá bæði einstaklingum og missiónshúsum í Føroyum, bæði við forbøn og peningaliga. Tey trý missiónshúsini, sum stuðla við fastari mánaðarupphædd, eru Glyvrar, Toftir, og Leirvík. Kirkjuliga Heimamissiónin umboðar tey í Føroyum. Familjan Finnsson takkar at enda fyri allan stuðul.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina