Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen
-Frá barnaárum av var eg hildin til tað góða og kristiliga, og tað hevur ávirkað meg alt lívið. Hóast hvørki eg ella onnur eru fullkomin, so má eg siga, at tað góða hevur vunnið á tí illa, tí eg havi søkt Jesus í bøn og bíbliu, sigur Lena.
Hósdagin 27. juni verður Malena Regina Joensen, vanliga rópt Lena, búsitandi á Toftum, 100 ár. Nógv kundi verið skrivað um Lenu, men her skal hon fáa orðið og í stuttum greiða frá sínum kristna vitnisburði og missiónsarbeiðinum, hon hevur verið virkin í.
-Sum lítil varð eg doypt at hoyra Jesusi til. Síðani var eg lærd upp við at hoyra um hann, líta á hann og hansara orð, og at biðja til hansara. Eg gekk í sunnudagsskúla, í kirkju og á møtið við foreldrunum, frá tí eg kann minnast og áðrenn tað. Og tí er mín vitnisburður, at eg altíð havi trú á Jesus, og meinti mítt ja til Jesus, tá eg var fermd í 1938, sigur Lena.
Hon hevur altíð elskað at komi har Guds orð var at hoyra. Har kendi hon seg heima og var ein partur av heilaga samfelagnum. Tí var tað stórt fyri hana, sum 14 ára gamla, í 1938, at kunna vitna um Jesus, frelsara sín, á almennum møtið í nú ”gamla skúla” á Toftum.
-Frá barnaárum av, var eg hildin til tað góða og kristiliga, og tað hevur ávirkað meg alt lívið. Hóast hvørki eg ella onnur eru fullkomin, so má eg siga, at tað góða hevur vunnið á tí illa, tí eg havi søkt Jesus í bøn og bíbliu, sigur Lena.
-Eg kom við í sunnudagsskúlaarbeiðið sum ung og var við til bíbliutímar. Tað menti meg kristilig. Eftir at eg var fermd, byrjaði eg at savnast við kvinnunum til bindimøtir og til SKA (Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiðið/sjómanskvinnuring). Har var bæði kristiliga gott at koma og menniskjaliga hugnaligt og stimbrandi, tí tær, sum leiddu arbeiðið, vóru bæði kristiliga ídnar og menniskjaliga stimbrandi og savnandi, sigur hon.
Giftist í 1942
Lena giftist við Hjalmar Joensen í 1942. Hjalmar var av Toftum, og har búsettust tey. Hjalmar var trúgvandi maður og kristiliga virkin, eisini áðrenn tey vóru gift. Tað var gott hjá Lenu at kunna deila trúnna á Jesus við mannin. Tíverri fingu vit bara 14 ár sum hjún, tí hann doyði av sjúku longu í 1956.
-Tað var svárt og hart at gerast einkja við fýra børnum. Men við hjálp frá Gudi, familju og góðum vinum gekk alt væl. Teimum havi eg nógv at takka fyri, sigur Lena.
-Kanska eg kann siga, at Tofta streingjakór byrjaði inni hjá mær. Judit og Dana vitjaðu meg, eftir at eg var blivin einkja. Tær dugdu at syngja og spæla uppá gittar, og tað gjørdu tær tann dagin inni hjá okkum. Tann løtan gav líkasum íblástur til at syngja og spæla meira, og stutt eftir byrjaði streingjakórið. Eg var ikki við í streingjakórinum, tá tað byrjaði í 1957, men kom við nakað seinni. Streingjakórið fekk stóran týdning fyri meg, sigur hon.
Í 1965 varð Lena vald til forkvinnu fyri bindimøtið/sjómanskvinnuringin, og var tað til 1989. Hon var eisini við í stýrinum fyri missiónshúsið Tabor í mong ár, og var í stýrinum tá nýggja missiónshúsið varð bygt og vígt í 1994.
-Alt lívið havi eg elskað at savnast um Jesus, og elskað Guds fólk. Síðstu árini havi eg havt trupulleikar, sum hava forðað mær í tí. Eg fylgi kortini við gudstænastum og møtu á netinum, og eri støðugt við í forbønini fyri mínum kæru, mínum bygdafólki og fyri arbeiðinum í Guds ríki, sigur Lena.
-Til seinast vil eg siga, at Jesus hevur verið trúgvur og hildi síni lyftir – eisini í sorgini. Lívið hevur ikki altíð verið lætt, men altíð og allastaðni havi eg lagt meg og míni í Jesu hendur, og lært at hvíla hjá honum. Tað hevur verið vælsigað og satt ríkidømi í lívinum. Tað takki eg honum fyri. Eg ynski ikki at gremja meg, og tí biðii eg Gud um, at eg má verða takksom, tí eg havi nógv at takka fyri, sigur Lena Joensen.
Um Lenu kann eisini skrivast, at hon sum ung lærdi bókhald og at seyma. Hon hjálpti eisini til í handlinum hjá foreldrunum. Seinni yvirtók hon handilin, og sigast kann, at handilsvirksemi gjørdist hennara lívsverk.
Í 1942 giftist Lena við Hjalmar Joensen á Toftum. Tey fingu fýra børn. Hjalmar doyði av sjúku í 1956, og Lena hevur livað, sum einkja síðani. Lena eigur 9 ommubørn, 16 langommubørn og 3 oldurommubørn. Síðani 2017 hevur hon búð á sambýlinum Vesturskin á Toftum.
Føðingardagurin verður hildin í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni hósdagin 27. juni frá klokkan 17.00 til 21.00. Øll eru vælkomin at heilsa uppá Lenu.