At seta sær fyri

Andrias Magnussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Tíðin rennur sum streymur í á” og hetta má enn einaferð sannast nú februar mánaði longu er hálvrunnin. Tað tykist so stutt síðani, at vit byrjaðu uppá eitt nýtt ár, og eitt nýtt tíggjuáraskeið.

At byrja eitt nýtt ár er altíð nakað serligt. Við ársskiftið hyggja vit ofta aftureftir og eftirmeta, hvussu farna árið hevur verið. Sum onnur ár hevði farna árið bæði góðar og ringar løtur. Við farna árinum fingu vit nógvar góðar løtur, men upplivdu ivaleyst eisini okkurt, sum vit fegin høvdu vilja sloppið undan. Samstundis sum vit líta aftureftir, so hyggja vit eisini frameftir. Vit hugsa, hvussu hetta nýggja árið man fara at vera?

Ein vani, sum er vorðin alt meira vanligur millum fólk í samband við eitt ársskifti, er nýggjárslyfti. Fólk geva sær sjálvum eitt lyfti. Tað er okkurt, sum tey vilja náa ella avrika. Onkur ætlar sær at liva sunnari og møguliga tapa seg. Ein annar hugsar, at hann skal læra okkurt nýtt, sum hann kann fáa gleði burturúr. Uppaftur ein annar hugsar, at í ár skal eg vera meira nærverandi.

LES EISINI  Jesus hevur lovað at koma aftur.

Tað eru ikki øll, sum hava nakað nýggjárslyfti. Summi halda, at tað er fjákut við einum nýggjárslyfti, meðan onnur hava gjørt sær ta sannroynd, at lyftini tey hava givið sær sjálvum ikki hava hildið.

Men, er nakað galið við at hava eitt nýggjárslyfti? Er tað ein trupulleiki at lova sær sjálvum nakað, ella at seta sær fyri? Nei, tað er einki galið við at seta sær fyri og at vilja gera nakað øðrvísi ella betri. Tað er gott at seta sær mál, og sum kristin er tað eisini gott hjá okkum, at vit seta okkum góð mál. Í ár ætli eg mær at lesa meira regluliga í bíbliuni. Í ár vil eg brúka meira tíð í bøn. Í ár vil eg vera raskari at søkja tann kristna felagsskapin. Hetta er alt góð mál at seta sær.

At seta sær mál ella at seta sær fyri er eisini nakað, sum vit finna aftur í bíbliuni. Vit kunnu lesa um Dánjal, at hann setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs. Hann vildi heldur vera Gudi lýðin, enn at gera eftir teimum boðum, sum kongur gav. Vit lesa, at Gud signaði Dánjal og vinmenn hansara, tí at teir vóru trúfastir ímóti teimum fyriskipanum, sum Gud hevði givið.

LES EISINI  Vónarinnar børn

At seta sær fyri er gott, men tað er umráðandi, at vit ikki arbeiða í egnari kraft. Sum kristin mugu vit ikki gloyma, at tað er Gud, sum gevur vísdóm, kraft og úthaldni til at gera tað góða. Tá ið vit snáva og ikki halda tey lyfti, sum vit hava givið, so eru lyfti hansara til okkum, at hann er trúfastur og rættvísur, soleiðis at tá ið vit játta okkara syndir fyri honum, so fyrigevur hann okkum.

Ein góð yvirskrift at seta sær fyri árið, líkamikið, um tú hevur eitt nýggjárslyfti ella ikki, er hetta versið úr sálmi 463 í sálmabókini:

Søk hann í bøn, les hansar orð,

og søk hans dýra altarborð,

sig honum ja, tí ónda nei,

o, gloym so frelsara tín ei!

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina