At vera í krithúsinum

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í 17. og 18. øld var vanligt at hava eitt lítið metallrør í lummanum – ein sylindara. Í hesum goymdi eigarin eitt skrivikrit. Eisini var eitt lítið rúm undir lokinum, har pláss var fyri myntum og øðrum smálutum. Í okkara føri er tað á leið sum at hava ein penn uppi á sær. ”At vera í krithúsinum” er eitt danskt hugtak, men ivaleyst hava krithús eisini verið brúkt í Føroym.

”At vera í krithúsinum” sipar serliga til rúmið undir lokinum á sylindaranum. Tí umframt smápening goymdi eigarin ofta okkurt persónligt, sum minti hann tey ella tann, sum vóru hjarta hansara serliga kær. T.d. ein ringur, hárlokkur ella annað persónligt, kanska hjá unnustuni. Í dag goyma vit eina mynd í mappuni ella okkurt talgilt á telefonini kanska.

Ivaleyst kenna øll eitt ella fleiri dømi, tá vit ikki hava verið í tí krithúsinum, sum vit ynsktu. Meg minnist einaferð, tá eg vandi við smápiltunum hjá ÍF. Vit høvdu tvey lið, A og B. Ein dagin eg kom í skúla, fekk eg at vita, at liðini høvdu spælt dyst í vikuskiftinum, men B’liðið fekk ikki mannað lið. Eg var á B’liðnum, men fekk ikki dystaroð. Tað mundi hava sínar orsøkir. Venjarin segði til ugganar, at hann hevði gloymt at sagt tað við meg 😊 – fótbóltur bleiv ikki mín stóra karriera. Hinvegin var eg skóti – og bleiv ein góður skóti, tí har fall tað mær meira náttúrligt at brúka míni evni. Hjá skótunum vóru ofta boð eftir mær – og tað var eitt gott krithús at vera í.

Nøkur fólk eru innhugsin og still, onnur meira frí og opin í atburði og samveru. Tað er skjótt, at krithúsdyrnar hjá mær mest sum bara standa opnar fyri teimum, sum tala fyri seg, og tey stillu tora ikki á gátt. Hesum eiga vit at geva okkum far um – eisini í andligum sambandi. Kanska serliga nú vit ikki hava havt nógv virksemi í kirkjum og samkomum í skjótt eitt ár. Tey, sum frammanundan eru innhugsin og still, eru nú kanska heilt einsamøll.

LES EISINI  Hví fórst tú frá mær?

Fólkaheilsuráðið skipar í januar 2021 fyri einum átaki, ið kallast VIRKIN JANUAR 2021. Havi lagt meg eftir at fylgja nøkrum av hesum ráðunum og hugskotunum. Eitt av teimum er ”Gleð ein vin! Gev nøkur rósandi orð, eina minni gávu ella tína tíð!” Hesin bloggurin er ikki ætlaður til sjálvrós, men sum íblástur loyvi eg mær at nevna, at eg nýliga havi tikið okkurt av hesum ráðunum til mín. Tað gingu ikki nógvir dagar, so kom gleðin at geva tvífalt aftur, tí hetta var farið at ganga sum tíðindi – at onkur hevði fingið okkurt nýbakað og væl etandi aftur við einum drekkamunni – og so fingu tey ein part av mínari tíð eisini.

Tað ræður ikki mest um, at vit sjálvi skulu sleppa inn í krithúsini hjá øðrum – størri týdning hevur tað, at vit eru vinsæl og rúma øðrum í okkara egna krithúsi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina