Barnagudstænasta og jólahugni í Hvalvík
Sunnudagin 8. desember klokkan 15 bjóðar sunnudagsskúlin í Hvalvíkar missiónshúsi saman við Hvalvíkar kirkju til barnagudstænastu og jólahugna. Millum annað fara børn úr sunnudagsskúlanum at syngja.
Klokkan 16, tá gudstænastan er liðug, verður farið í missiónshúsið til jólahugna. Har verður ein drekkamunnur at fáa og dansað um jólatræið, og eisini kemur jólamaðurin at vitja.