“Barndómurin varir alt lívið” Ókeypis fyrilestur í dag við Frid Hansen

Í dag, mikudagin 18. september, klokkan 17 heldur norski sálarfrøðingurin Frid Hansen fyrilestur í Smæruni í Havn við heitinum “Barndómurin varir alt lívið”. Fyrilesturin er ókeypis. Hann kann eisini stroymast á facebookvegginum hjá blákross-verkætlanini “Øll hava rætt til góð barnaár” – trýst her. 

Øll vaksin hava ábyrgd fyri øllum børnum. Tað, menniskju uppliva sum børn, er við teimum alt lívið. Tí er tað týdningarmikið, at lurtað verður eftir teimum børnum, sum vaksa upp í familjum, ið eru raktar av rústrupulleikum, og at tey sjálv sleppa til orðanna. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at skommin, sum fylgir við rústrupulleikanum, verður tikin upp og viðgjørd við dirvi. Familjur, sum eru raktar av rústrupulleikum, hava tørv á dygdargóðari viðgerð og hjálp, og tey hava tørv á henni tíðliga. Barndómurin varir alt lívið, og tí kann umsorgan og nærvera broyta heil lív.

Hetta er triðju ferð, at viðurkendi og virðislønti norski sálarfrøðingurin Frid Hansen vitjar í Føroyum. Í nógv ár arbeiddi hon hjá Bláa krossi í Noregi, og har sá hon, hvussu álvarsliga rústrupulleikar hjá vaksnum raka børn. Í lívligum fyrilestrum hevur hon við síni eyðkendu blanding av professionalismu og passión bergtikið føroyingar, bæði leik og lærd. Grundað á gransking og royndir sigur hon rámandi søgur um lagnur, hon hevur nomið við sum sálarfrøðingur. Tað er torført, um ikki ómøguligt, at fara órørdur heim aftur eftir fyrilestur við Frid Hansen.

LES EISINI  Aðalfundur hjá Bláa Krossi

Tað er “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum skipar fyri tiltakinum. Hetta er verkætlan hjá Bláa krossi Føroya, sum hjálpir børnum, ungum og familjum, har rúsur er ein trupulleiki í heiminum.

Fyrilesturin verður í Smæruni í J.H. Schrøters gøtu 7 í Havn og er ókeypis.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina