Bíblian ein mangulvøra í Hongkong

Bíblian er vorðin ein mangulvøra í Hongkong: Prentsmiðjur tora ikki at prenta átrúnarligt tilfar

Meðan kinverski kommunistaflokkurin áleggur alsamst fleiri avmarkingar av átrúnaðarligum tilfari í Hongkong, so verður nú boðað frá einum mangli av Bíblium í býnum, sum fyri tveimum árum síðani misti sín sjálvstýrandi status gjøgnum viðtøkuna av tjóðskaparligu trygdarlógini.

Fransiskanarnir í katólsku kirkjuni, ið reka bíbilska granskingarstovnin, Studiu Biblicum Franciscanum(SBF) í Hongkong, hava kunnað staðfest, at prentsmiðjur stúra fyri, at famleiðsla av Bíblium uttan góðkenning frá kinversku stjórnini kann føra til trupulleikar við myndugleikarnar, sambært amerikanska International Christian Concern(ICC).

”Studium Biblicum Fanciscanum” hevur ikki verið ført fyri at funnið eina hóskandi prentsmiðju til katólsk kinversku
Bíbliurnar og hevur tískil ikki verið ført fyri at prenta tær nýggju katólsk kinversku Bíbliurnar,” segði fransiskanski bróðurin, Raymond Mary Yeung, limur í SBF.

”Sum tað er júst nú, so er øll tann samlaða goymslan av katólskum Bíblium seld til bókhandlar og tí er goymslan tóm, og um prentingartrupulleikin ikki skjótt verður loystur, so koma vit at mangla Bíbliur,” skoytti hann uppí.

Kinverska stjórnin lýsti herfyri, at kristin fyrst eiga at lata seg skráseta og fáa til vega fulla góðkenning frá statinum fyri at senda átrúnaðarligt tilfar um netið, segði ICC og skoytti uppá, at skipanin hevur til endamáls at stýra og laga allan átrúna eftir politisku hugsjón og mál kommunistafloksins, ein tilgongd, ið ofta gongur undir heitinum “Sinisisering.”

ICC greinaði nærri, at kristnir bólkar, uttan SBF, verða ikki rakt av hesum júst nú.

Tjóðskaparliga trygdarráðið, ið endaði sjálvstýri Hongkongs, eftir at bretar lótu Hongkong upp í kinverskar hendur í 1997, kann avmarka grundleggjandi frælsi og hevur skipað fýra bólkar av misbrotum: Arvarað, virksemi, ið máar undir statsvaldið, yvirgangsvirksemi og samstarv við eksternar eindir uttaneftir fyri at seta tjóðskaparligu trygdina í vanda.

“Lógin setir eisini rættarskipan Beijings yvir henni í Hongkong í málum, ið viðvíkja tjóðskaparligu trygdini,” hevur China Aid fyrr boðað frá. “Hetta merkir, at dómararnir í hesum málum skulu vera góðkendir úr Beijing. Íbúgvar úr Hongkong kunnu nú somuleiðis verða førdir til Kina, har teir koma at standa í einum rættarhøli, ið er loyalt móti kinversku stjórnini.”

Síðsta mánað ávaraði blaðstjórin í The Wall Street Journal um, at endin á talu-, skrivi, savningar og pressufrælsi í Hongkong merkir, at tað er øll orsøk til nú at stúra fyri, at átrúnaðarliga frælsi verður næsta málið.”

“Kommunistaflokkurin hevur sett Xia Baolong – ið stóð fyri kúgan av katólskum og protestantiskum kirkjum í Zhejiang-landslutinum – sum leiðari fyri skrivstovu teirra í Hong Kong og Macau viðurskiftum,” viðmerktu tey. “

Leiðari kommunistafloksins Xi Jinping hevur hert eftirlitið á allan átrúnað í Kina í ein slíkan mun, ið ikki er sæddur síðan dagar Maos.”
Christian Post Contributo: Anugrah Kumar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina