Biðið um frið fyri Jerúsalem

Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi. v1 Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.» v2 Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem! v3 Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman, v4 hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har. v5 Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids hús. v6 Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennar tjaldbúðum fyri! v7 Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum! v8 Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið! v9 Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku!

Sálmur 122

Søgan hjá Jerúsalem er á mangan hátt merkt av ófriði. Vit hava javnan hoyrt um bardagar og stríð á staðnum, og tað eru rættiliga nógv ymisk fólkasløg og tjóðir, ið hava havt ræði á býnum.

Tá ið vit ganga har í dag, er mangan trupult at finna eitt stað, har vit við vissu kunnu siga, at Jesus eisini hevur gingið. Millum annað tí at býurin ofta er javnaður við jørðina og síðan bygdur uppaftur. Tí vóru gøturnar á Jesu tíð í fleiri førum umleið 10 til 20 metrar lægri enn gøturnar, vit ganga á í dag.

Templið

Tað var Dávid kongur, sum tók býin og gjørdi hann til høvuðsstað í landinum fyri 3000 árum síðani. Sálomon, sonur Dávid, bygdi templið í Jerúsalem, og tríggjar ferðir um árið skuldi fólkið fara niðan til Jerúsalem, sum liggur á 800 metra hædd, at halda tær stóru hátíðirnar: páskir, hvítusunnu og leyvsalahátíðina.

LES EISINI  Hvar finni eg...?

Sálmur 122 er ein pílagrímsferðasongur, sum fólkið sang, tá ið tey vóru á veg niðan til Jerúsalem at halda hátíð.

Friðarinnar býur

Orðið Jerúsalem merkir ”friðarinnar býur”. Løgið at hugsa sær, at tað er júst tað øvugta, ið hevur eyðkent 3000 ára gomlu søguna hjá býnum. Tað er neyvan tann býur í heiminum, har tað hevur verið so ófriðarligt og so nógv stríð, sum júst í Jerúsalem.
Og so heitir Dávid á okkum um at biðja um frið fyri Jerúsalem.
Ja, latið okkum biðja um frið fyri fólkunum: at jødar, palestinensar og øll onnur, sum búgva har í dag, mugu sameinast og liva í friði við hvønn annan. At hatur og hevndarhugur mugu víkja. Latið okkum eisini stuðla tí friðararbeiði, ið verður gjørt fyri at fáa frið millum stríðandi partarnar.

Guds shalom

Í Bíbliuni merkir friður meira enn bara, at einki kríggj er, og at fólk liva í sátt og semju við grannar. Friður merkir, at tað, sum er brotið, er vorðið heilt, at samljóð, tryggleiki og frelsa valdar.
Og tað er júst í hesi merkingini, vit skulu síggja, at tað var í Jerúsalem, friður varð skaptur.

LES EISINI  Stórmøtini verða 5. - 7. november

Jesus varð sendur til friðarinnar bý at skapa frið millum Gud og okkum. Syndin varð komin millum okkum og Gud. Hon skapti ófrið og mátti burtur.

Tað var ógjørligt hjá okkum menniskjum at gera nakað fyri aftur at fáa frið í lag í viðurskiftunum við Gud. Men tað, sum var ógjørligt hjá okkum, tað gjørdi Gud.

Hann bjargaði mannaættini við at flyta syndina yvir á Jesus.

Vit skuldu verið revsað, men ístaðin varð Jesus revsaður av Gudi. Á krossinum doyði Jesus fyri okkara syndir, og vit fingu Guds frið. Hann er friður okkara, sum tað stendur í Efesusbrævinum 2,14.

Vit vóru á sinni rikin út úr Edens urtagarði, tí vit syndaðu. Í friðarinnar býi varð Jesus bót fyri syndir okkara. Í honum er atgongd hjá allari mannaættini aftur til Edens urtagarð – paradís.

Tá ið fólk í Ísrael heilsa hvør øðrum, siga tey ”shalom”. Tað merkir friður.

Í einum av ófriðarligastu býum í heiminum, gav Gud okkum øllum sítt shalom í Jesusi.

LES EISINI  Mongum brestur ætlan

Fyrr ferðaðist fólkið aftur og aftur niðan til Jerúsalem fyri at ofra í templinum og harvið fáa fyrigeving fyri syndina. Í templinum var Guds nærvera, og har vóru prestar, ið vóru millumgongumenn millum tey og Gud. Tá ið Jesus doyði, var hann bæði ofrið og høvuðspresturin. Hann er vorðin millumgongumaður millum alla mannaættina og Gud. Við sínum offurið vann hann okkum einaferð fyri allar fyrigeving fyri allar syndir okkara. Í Jesusi er friður millum okkum og Gud.

Friður – allastaðni

Jesus reis upp aftur og livir. Vit møta honum ikki bara í Jerúsalem, men allastaðni kring heimin. Tí er ikki neyðugt at fara til Jerúsalem fyri at fáa frið við Gud.
Hóast vit ikki síggja Jesus við okkara eygum, so er hann eisini til staðar í Føroyum eins og allastaðni kring heimin. Hann vil eisini fegin geva tær Guds shalom. Tað fært tú við at trúgva á Jesus – seta títt álit á Guds orð.

Jerúsalem á himni

Hóast tað enn kann vera ófriðarligt í tí jarðiska Jerúsalem, so er eitt annað Jerúsalem, har tað er ævigur friður. Tað er í tí himmalska Jerúsalem, sum er umtalað í Opinberingini 21. Har er tað, sum varð brotið, vorðið heilt, har valdar samljóð, tryggleiki og frelsa. Har er Guds shalom. Hetta bíðar øllum teimum, sum trúgva á Jesus.

Men longu nú – her á jørð – eiga Guds børn frið. Jesus er friður okkara – í nútíð! Hann hevur strikað syndina. Hon skilir okkum ikki longur frá Gudi. Vit hava tí atgongd til faðirin.


Hetta kemur væl fram í kenda jólasálminum, Gleðilig jól:

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:

Latið okkum biðja um frið fyri Jerúsalem! Og Guds shalom fyri mannaættini!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina