Mongum brestur ætlan

Skrivað hevur Torgeir Petersen

Eftir ætlan, so skuldu eg og ein vinmaður í dag seta kósina ímóti Hawaii, har vit skuldu vera í 3 mánaðar. Men eisini fyri okkum, hevði korona smittan við sær, at hetta bleiv av ongum, og eitt peningaligt tap uppá nakrar túsund krónur er nú heldur veruleiki.

Man situr sjálvsagt eftir við eini løgnari kenslu og er argur yvir, at støðan er sum hon er. Tað kennist sum um, at man ongum fær stýrt og allur heimurin ridlar, uttan at nakað tamarhald er at hóma. Og tað er so skjótt, at man verður drigin við í hendan óttan, sum ongan enda tykist at hava – ja, tað merkist, at óttin tekur meir og meir yvir.

Tað er mangan so, at eg ikki gevi mær far um mína kristnu trúgv, og hvønn leiklut hon hevur, orsaka av at vit í Føroyum eru so vælsignaði við øllum tí, ið vit hava tørv á – ja faktiskt kemur tað fyri, at eg hugsi: havi eg í roynd og veru brúk fyri Gudi?

LES EISINI  Væleydnaði heystmøtir

Men eg má ásanna, at teir síðstu dagarnir í hesum korona storminum hava havt við sær, at eg havi fingið tíð til at steðga á, ella rættari sagt blivin tvungin til at steðga á. Hetta hevur havt við sær, at míni eygu eru opnaði fyri, hvussu svikaligur hesin heimurin í grundini er. Hvussu uppá nakrar heilt fáar dagar tann annars vælvirkandi heimurin, nú liggur lamin og menniskju líða undir sjúku, ótta, ófriði, kreppuhjálp, sóttarhaldi og arbeiðsloysið.

Hetta leiddi meg so til spurningin: er tað yvirhøvur nakað friðskjól at finna í øllum hesum storminum? – Tá kom eg at hugsa um eitt ørindi, sum Jóhannes skrivar í evangelii sínum, ið ljóðar soleiðis: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”.

So kann man spyrja: hvat er tað fyri ein friður, sum Jesus hevur at geva – og er tað yvirhøvur møguligt at geva ein frið, tá ið annars alt annað bara virkar til ófrið og ótta?

LES EISINI  Frið lati eg eftir hjá tykkum

Orsøkin, til at Jesus megnar at geva ein frið, er einføld, og tað er tí, at friðurin, sum Jesus hevur at geva, avhongur ikki av umstøðunum í hesum heimið. Hann útsprettur frá tí æviga friðskjólinum á Golgata fyri umleið 2000 árum síðani. Tá Jesus doyði á krossinum og reis upp og vann ein ævigan frið, ein frið, sum ikki bert er galdandi nú, alt annað ridlar og kennist óstøðugt, men eisini er galdandi, tá ið hetta lívið er av.

Tað tykist kanska vónleyst í einum ridlandi heimið, men tó er ein vón í vónloysinum, eitt friðskjól í ófriðinum, Gud.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina