Biskupur vitjar føroyingar í Reykjavík um vikuskiftið

Um vikuskiftið vitjar Jógvan Fríðriksson, biskupur, í Reykjavík. Leygarkvøldið klokkan 20 verður hugnaløta á sjómansheiminum Ørkini á Brautarholti 29. Eftir hugnaløtuna verður bjóðað til turran fisk, turt tvøst og spik, og eisini verður ein góður drekkamuður.

Sunnudagin klokkan 17 verður gudstænasta við biskupi í Kirkju Óháða Safnaðarins á Háteigsvegi 56. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamuður á sjómansheiminum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

LES EISINI  Andaktin, sum formaðurin hevði á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina