Poddvarp: Blái Krossur vil eisini taka hond um børnini
Fyrsta poddkast hjá Trúboðanum er ein samrøða við Dakko Petersen, aðalskrivara hjá Bláa Krossi Føroya, og Alisu Hammer, fyribyrgingarleiðara, um víðfevnda arbeiðið hjá diakonala felagsskapinum, serliga við atliti til børnini. Næstseinasta vikuskifti hevði Blái Krossur nevniliga landsstevnu, og eitt av tiltøkunum var ein pallborðsfundur, har umboð fyri allar flokkar á løgtingi umrøddu spurningin, hvussu vit best hjálpa børnum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.
Upptøkan er gjørd í seinastu viku, og hetta er samstundis fyrsta podcast hjá Trúboðanum, og fyrsta upptøka í studionum, sum verður gjørt í Nesvík. Haldið okkum til góðar, at ljóðdygdin ikki er heilt nøktandi enn.