Blátt Gras – ein frálíkur live-bólkur

Í farnu viku gav bluegrass-bólkurin í Vágum ‘Blátt Gras’ út nýggja fløgu, sum ber heitið “Framvegis”. Teir fimm, Ragnar Joensen, Terje Johannesen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen, hava verið yviri í Crossroad Studio í North Carolina í USA og tikið upp. Fyrra fløgan, sum nevnist “Ávegis” og kom út í 2014, varð eisini tikin upp har yviri.

Á nýggju fløguni eru 11 sangir, átta føroyskir og tríggir enskir. Teir skriva sjálvir orð og løg. Richard hevur skrivað flestu tekstirnar, meðan Terje og Jóhan hava gjørt flestu løgini.

Í samband við útgávuna av nýggju fløguni, hava teir havt fleiri útgávukonsertir, millum annað var ein seinasta fríggjakvøld í einum fullsettum missiónshúsi í Sørvági.

Sigast skal beinanvegin, at Blátt Gras er ein sera góður live-bólkur. Teir eru frágera góðir á pallinum, lagið er gott á monnum, onkrar góðar søgur verða fortaldar, og áhoyrararnir gerast í góðum lag. Henda konsertin var einki undantak í so máta.

LES EISINI  Stór jazz-, gospel- og countrykonsert í nýggju høllini í Nesvík 20. september

Teir løgdu harðliga út við lagnum “We are travelling”. Sera góður og lívligur sangur. Teir sungu allar 11 sangirnar á nýggju fløguni, og harafturat seks sangir av fyrru fløguni. Løgini eru rættiliga ymisk, summi still og innilig, sum til dømis “Sangur til dóttrina”, “Perlan” og “Brúgvin”, onnur eru meira lívlig, sum til dømis ”Summargleði”, “Seasons” og “Hvar vart tú?”

Felags fyri flestallar tekstirnar er, at teir hava ein kristnan boðskap. Tað er eisini høvuðsendamálið hjá bólkinum, hetta at boða gleðiboðskapin um Jesus, gjøgnum góðan og lættan tónleik.

Hetta var ein sera góð konsert, sum vardi umleið hálvanannan tíma uttan steðg, og tað var ikki ein minutt ov leingi, tvørturímóti. Hon var fjølbroytt og áhugaverd, og hóast okkurt smávegis mistak varð gjørt, hevði tað als ongan týdning.

Aftaná konsertina varð borðreitt við kaffi og nógvum køkum. Fløgur vórðu seldar, autografar skrivaðir og prátið gekk lystiliga.

Av seks stjørnum fær konsertin fimm og eina hálva.

LES EISINI  Syng saman við Bláum Grasi í Leirvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina