Boðaðu á gøtuni í Keypmannahavn

Tjøld vóru reist á Gammeltorv á Ráðhúsplássinum nær Nørreport Station. Á Kgs. Nytorv var ein stórur talarastólur settur upp! Lovsangur og umleið 50 fólk í gulum vestum høvdu sett av hendan leygardagin til at siga fólki í Keypmannahavn um Jesus.

”Go, tell it on the mountains” ljóðaði úr hátalarunum. Vitnisburðar vórðu lutaðir teimum, ið komu framvið, lovsongir vórðu sungnir og eisini rokktónleikur varð spældur.

– Eg havi í 10 ár verið á gøtuni í Odense, greiðir Kim Ahlehoff Döhlie frá, og sigur, at tað er ein felagskirkjulig verkætlan í Odense, har fleiri kirkjur er saman um hetta. Hann kemur sjálvur í Apostolsk kirke. Hann sigur frá um eina uppliving fyri stuttum, har ein 14-ára gamal drongur var sera áhugaður og vildi hava bæði eina Bíbliu og eitt Nýggja Testamenti og enntá eitt eintak av Udfordringen við sær heim. Kim hevur upplivað bæði grøðingar og nógvar góðar samrøður við fólk, tá hann er á gøtuni:

Kim Ahlehoff Döhlie (th.) saman við sínum ’Kirkjan á gøtuni’-makkara seinastu 8 árini, David Højberg. Kim er álitisfólk fyri arbeiðnum í Odense. Aftanfyri verður lovsongur spældur og vitnisburðar verða lutaðir til lurtandi.

Kim Ahlehoff Döhlie (th.) saman við sínum ’Kirkjan á gøtuni’-makkara seinastu 8 árini, David Højberg. Kim er álitisfólk fyri arbeiðnum í Odense. Aftanfyri verður lovsongur spældur og vitnisburðar verða lutaðir til lurtandi.

– Onkur kemur við ørgrynnu av spurningum um, hvat ið er uppi í tíðini, meðan onnur eru meira afturlatin og bert vilja kjakast. Av og á fari eg inn í eitt kjak og aðrar tíðir fari eg ikki, sigur hann og staðfestir, at tað hevur stóran týdning at hava virðing fyri teimum, tú møtir á gøtuni. Um ikki, so skal ein ikki vera við í hesum arbeiði.

Hví fer kirkjan so varisliga fram?

Fyri Bo, ið er ein af stigtakarunum og sum javnan er úti á gøtuni fyri at luta gleðiboðskapin á ymsan hátt, hevur tað stóran týdning at fara útum kirkjuna at møta fólki.

– Eg var 41 ára gamal, tá eg møtti Jesusi, og tá eg kom inn um kirkjudyr á fyrsta sinni, tá kendi eg tað so, at her hoyri eg heima. Men samstundis, so hugsi eg eisini: ”Hví er tað ongin, ið hevur greitt mær frá hesum áðrenn?” Tað haldi eg vera sera, sera løgi. Her hava tey rætt og slætt LÍVIÐ og tey fara varisliga fram, heldur hann undrandi fyri.

– Og soleiðis er tað enn. So annaðhvørt trúgva tey tí ikki heilt, ella eisini hava tey ment eitt álit til, at tey, ið vilja Jesus, sjálvi fara at leita sær í kirkjuna.

Tiltakið varð samskipað av Bo og Mona Henriksen, Børge Laustsen og René Celinder, saman við fleiri ymsum gøtuevangelistum.

Næsta tiltak verður í Odense í oktober mánaði.
Udfordringen: Henrik Engedal

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina