Bókaborð á Stórmøtunum

Í døgunum 7. – 9. novembur skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri Stórmøtum. Í ár vera møtini hildin í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Í høllini verður stórt bókaborð. Millum annað verða hesar bøkur, sum Max Lucado hevur skrivað.

Du er aldrig alene
Leggur Gud lag í um mítt lív er trupult? Vil Gud hjálpa, tá avbjóðingarnar í tilveruni standa í bíðirøð? Leggur Gud yvirhøvur merki til tað, tá dagar mínir gerast myrkir og veðurbardir?
Svarið er treytaleyst ja!
Við støði í Jesu undurverkum í Jóhannesarevangeliinum, mælir høvundurin okkum til at hyggja nærri at teimum góðu tíðindunum, sum Jóhannes sigur okkum frá. Eins og tá er Jesus nevniliga eisini í dag til reiðar at møta okkum lívsins stormum og rætta okkum eina hjálpandi hond.
Í bókini minnir høvundurin okkum á, at tann almáttugi Gud sær okkum, leggur í okkum og vil altíð koma okkum til hjálpar, uttan mun til hvat vit stríðast við.

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: Lohse
Útgivin: 2023
Blaðsíður: 170
Kostnaður: kr 200,00
Bókin kann keypast her: Du er aldrig alene— Manna.fo

Frygt ikke
Ótti fyllir nógv í tíðini, vit liva í. Tað kann vera ótti fyri yvirgangi, ránum, at svíkja onnur, náttúruvanlukkum, framtíðini og at vera miseydnaður.
Í 1. kapitli í bókini skrivar Max Lucado: Óttin fyllir kanska okkara verð, men tað er ikki neyðugt, at hann fyllir okkara hjarta. Hann fer altíð at banka á dyrnar. Vit mugu bara ikki bjóða honum inn at eta saman við okkum, og vit mugu fyri alt í verðini ikki geva honum innivist.
Latið okkum heldur taka við Jesu áminning um ikki at óttast. Krists lyfti og høvuðsuppáhaldið í hesi bók er sera einfalt: Vit kunnu læra at óttast minni í morgin, enn vit gera í dag.

LES EISINI  Bókahyllin: Kristen i grænselandet

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: Lohse
Útgivin: 2011
Blaðsíður: 240
Kostnaður: kr 150,00
Bókin kann keypast her: Frygt ikke— Manna.fo

Vær ikke bekymrede for noget
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk. Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Røðin av eggjandi orðum í 4. kapitli í Filippibrævinum er long, og sjálvandi vilt tú ogna tær tey. Men kanska ert tú troyttur. Pína, missur og stúran hava kanska slitið teg niður, og tú megnar ikki at fylgja áheitanunum.
At handfara stúranir er sum at hála eitt træ upp úr jørðini. Summar stúranir hava djúpar røtur. At hála tær upp, er eitt sera hart arbeiði. Men tú skalt ikki gera tað einsamallur.
Fortel Faðir tínum um avbjóðingina, og bið um hjálp.

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: Lohse
Útgivin: 2021
Blaðsíður: 232
Kostnaður: kr 200,00

Hoyr ummæli her: Bókaummæli: Vær ikke bekymrede for noget – Trúboðin

Bókin kann keypast her: Vær ikke bekymrede for noget— Manna.fo

Gud opgiver dig aldrig
Tað besta dømið um Guds ófatiligu náði man helst vera ættarfaðirnin Jákup.
Jákup var snildur og hevði ikki serliga ringa samvitsku heldur. Han snýtti bæði sína svanga bróður og sín hálvblinda doyggjandi faðir. Men Gud vendi honum ikki bakið. Tvørturímóti.
Gud vendir heldur ikki tær bakið, hvussu mangan tú so vendir tær frá honum. Hann letur teg ikki sleppa!
Um tú torir at líta á Guds náði og væntar hansara hjálp, so kanst tú lesa hesa bókina.

LES EISINI  Bókaummæli: Forfulgt i Iran

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: Lohse
Útgivin: 2024
Blaðsíður: 176
Kostnaður: kr 200,00
Bókin kann keypast her: Gud opgiver dig aldrig— Manna.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina