Børn eru eisini andlig

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Javnan eru uppsløg á facebook, sum siga, at tað er synd í børnum, sum verða útsett fyri kristindómi. Talan er serliga um tvær atfinningar: andligur harðskapur og trongskygni. Við støði í einstøkum  tilburðum, verður skotið upp, at børn skula verjast ímóti allari andligari ávirkan. Sagt verður, at børnini sjálv kunnu velja sína trúgv, tá tey verða vaksin.

Her hugsi eg ikki um tey, sum eru missionerandi gudloysingar, sum berjast fyri einum gudleysum samfelag. Nei, tað er eisini ein hópur av meira tollyntum fólkum, sum halda at andligheit kann bíða, til børnini eru vaksin.  

Tíanverri eru atfinningarnar á facebook ikki tiknar úr leysum lofti. Í fleiri førum er talan um tilburðir, sum vit kenna aftur. Nøkur siga, at slíkt hendir ikki longur. Onnur siga, at tað eigur at vera so. Í øllum førum er talan um álvarsmál.

Sjálvsagt eru nógv lívsins viðurskifti, sum børn ikki skulu vita nakað um. Eins og tað er virksemi, sum børn ikki eiga at taka lut í. Orsøkin er einfalt tann, at tey eru ikki nóg búgvin likamliga, sálarliga ella andliga.

Tíanverri haldi eg, at tað eru fleiri dømi um, at børn verða útsett fyri andligum harðskapi.

Tað eiga vit at taka í fullum álvara. Foreldur hava eina stóra uppgávu í at verja børn ímóti tí, sum er óhóskandi fyri børn. Eisini andliga.

Børn seta stórar spurningar. Nógvar av teimum hava vit ikki svar uppá, men aðrar kunnu vit svara. Ein av stóru spurningunum, sum altíð fer at verða spurdur, er: “Hvør skapti heimin?” Svarið broytist ikki, men innlitið, í hvussu heimurin er skrúvaður saman, broytist alla tíðina. “Tíðirnar skifta, men hann er hin sami. Umstøður broytast, men hann broytist ei.”

Foreldur hava eina stóra uppgávu í at geva børnunum eina andliga uppaling, sum hóskar til nútíðina.

ST-sáttmálin um barnarættindi sigur í grein 14: “Tanka-, samvitsku- og trúarfrælsi. Børn hava rætt at trúgva og tilbiðja. Samfelagið hevur skyldu at virða undirvísing í trúarlæru.”

Vit hava skyldu til at geva okkara børnum eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Børnini skulu mennast í øllum lívsins viðurskiftum. Eisini andliga.

Christian Joensen, Saltangará