Børnini læra um kirkjuna

Síðan 2012 hevur Emil Olsen, sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, havt smákonfirmantar. Hetta er eitt væl kent fyribrigdi í Danmark, har smákonfirmantar, ella minikonfirmantar, sum tað verður nevnt á donskum, er eitt tilboð nógvastaðni.

– Eg byrjaði við hesum í 2012. Eg helt, at tað kundi vera hugaligt at fara í holt við hetta. Onkur vil kanska siga, at tað er ikki neyðugt í Føroyum, tí at vit hava góðar skúlar. Men tað er ikki sum fyrr, tá ið tað var beinleiðis dópsundirvísing í skúlunum. Vit hava eisini sunnudagsskúlar, sum geva nakað, men eg helt tað vera gott, at presturin hevði smákonfirmantar. Hetta er eitt gott høvi hjá prestinum at fáa samband við børnini, greiðir Emil frá.

 

Ein møguleiki hjá børnunum

Emil sigur, at tá ið hann byrjaði við hesum, setti hann seg í samband við foreldur at børnum í triðja og fjórða flokki. Hann ger tað á tann hátt, at hann gevur børnunum eitt bræv við heim til foreldrini og hevur foreldrafund saman við teimum.

– Tað má eg gera á hvørjum ári, tí at børnini skulu til so nógv, og eg veit ikki, nær tað er á degnum. Tí kann eg ikki bara siga, at tit skulu møta tá og tá. Tí hava vit foreldrafund, og har tosa vit saman um, nær børnini hava frí, og nær tey kunnu møta, og tað hevur verið nokk so heppið higartil. Í ár kundi eg hava smákonfirmantar frá klokkan tvey til trý mánadag á Eiði og eitt til tvey týsdag við Norðskála. So eg havi tey ein tíma um vikuna.

Hann leggur aftrat, at tað ikki er so, at børnini skulu møta til hetta.

– Tað er sjálvboðið. Og hetta er ikki innanfyri skúlatíð; tað er uttanfyri skúlatíð. Tann vanliga konfirmantundirvísingin er ofta innanfyri skúlatíð. Men hetta er alt uttanfyri gudstænastutíð eisini, og tað er sjálvboðið. Hetta er ein aldursbólkur, sum tystir eftir vitan og vil hoyra og læra, so hetta er eitt slag av forskúla til ta veruligu konfirmatiónina.

 

Undirvísing um kirkju og gudstænastu

Emil hevur fyri tað mesta verið einsamallur um smákonfirmantar, síðan hann byrjaði við tí. Í 2015 samstarvaðu hann og Bergtórur Bjarkhamar í Hvalvík um tað.

– Í 2015 hevði eg hjálp av Bergtóri presti. Tað árið høvdu vit báðir smákonfirmantar í ávikavist Eiðis kirkjusókn, Norðskála kirkjusókn og Hvalvíkar kirkjusókn. Hann hevði so onkrar tímar hesumegin, og eg hevði onkrar tímar hinumegin. Tað var góð hjálp, eg fekk frá honum.

Hann greiðir frá, at av tí at hann fyri tað mesta hevur verið einsamallur um tað, so hevur hann útbygt tað so við og við.

– Í fyrstuni hevur tað bara verið soleiðis, at eg havi havt tey og undirvíst teimum í ymiskum tingum, sum hoyra kirkjuni til og nakað av bíbliusøgu og sálmum. Eg útbyggi tað so við og við, tí at vit hava ikki nakað tilfar til smákonfirmantar, sum tey hava í Danmark, so eg má útbyggja tað sjálvur. Men í ár enda vit við eini barnagudstænastu, har tey sungu ein sálm, sum tey høvdu lært, og so svaraðu tey nøkrum spurningum eisini. Tað, sum var stuttligt við tí, var, at tey svaraðu, áðrenn eg var liðugur at spyrja.

Í undirvísingini hava børnini lært um tingini í kirkjuni, kirkubygningin, altarbúnaðin, hvussu klæðini hjá prestinum eita, hvat fyri litir hann brúkar og tílíkt.

– Tað kann bara vera gott, at kirkjan hevur samband við børnini. Hvussu tað fer at bera ávøkst seinni, tað veit eg ikki, men ætlanin við tí er at gera tey meira kend við kirkjuna. Eg royni at halda meg til tað, sum eg haldi, at tey ikki læra so nógv um í skúlanum í tí aldursbólkinum, og so spæla vit eisini sjónleik. Tað er bara nakað, sum eg finni uppá tá. Ein sjónleikur vardi í einar tríggjar minuttir, og onkur helt tað vera so spennandi og spurdi, um vit skuldu hava tað okkurt kvøldið at vísa foreldrunum. Í ár var tað um miskunnsama samariubúgvan og burturfarna sonin. So hevði eg bæði Guds náði og fyrigeving, og hvat ið Gud vil, at vit skulu gera í tí dagliga.

Greinin stóð prentað í Trúboðanum, sum kom út 7. juli.